FMD
26.04.2010
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroyskur romantikkur

Norðuratlantsbryggjan hevur í vár givið út bókina Nordisk romantik - myte, frihed og fællesskab. Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum á Føroyamálsdeildini, er høvundur at greinini "Romantik på færøsk"


Í bókini eru fimm greinir um norðurlendskan romantikk.

Upprunin til greinirnar er fyrilestrar, ið hildnir vórðu á ráðstevnuni "Nordisk Romantik - Myte, frihed og fællesskab", ið varð hildin á Norðuratlantsbryggjuni um heystið 2007.

Greinin hjá Maluni, "Romantik på færøsk" er, sum heitið ber boð um, um romantikk í føroyskum bókmentum fyrst í 19. øld.

Kvæðini eftir Sjóvarbóndurnar, Jens Chr. Djurhuus og Jens Hendrik Djurhuus, bera greiðan dám av romantikki.

Bókaútgávurnar í 1820- og 30 árunum eru prógv um tann dent romantikarar løgdu í fólksins rødd. Hon var til skjals í kvæðum, sum komu út í Færøiske Qvæder í 1822, í Føroyingasøgu í 1832.

Fyrsta stigið til at kristna trúgvin eisini kundi verða orðað á føroyskum kom í 1823 við týðingini av Matteusar evangelium.

Høvuðsdenturin í greinini liggur á kvæðunum.

"Romantik på færøsk"

Sprog og litteratur i Norden: Nordisk romantik - myte, frihed og fællesskab.

Ritstj. Erik Skyum-Nielsen. Nordatlantens Brygge 2010, s. 49-69.