Skriva út

Føroyskur sniðgevi

Tað var eitt gott val, tá Jóhanna Reginsdóttir av Steinum í 2006 var tann, sum fekk gávu úr grunni Torvalds Poulsen av Steinum. Fróðskaparsetur Føroya varar av grunninum. Jóhanna verður við á eini framsýning í Norðurlandahúsinum í næstum.


Nevndin í grunninum finnur sjálv fram til ung listafólk, sum tey meta hava serligt hegni. Nevndarlimirnir í grunninum eru formaður Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, Oddfríður M. Rasmussen, formaður í LISA og Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag.

Gávugóðsið var fyrstu ferð latið í 2001, og síðan hava 12 ung listafólk fingið gávu úr grunninum, tey eru hesi:

2001 Rannuvá Kunoy, listakvinna 60.000 kr

2002 Andrass Olsen, trombonspælari 60.000 kr

Teitur Árnason, filmsleikstjóri 25.000 kr

Petur Elias Askam Guttesen, rithøvundur 25.000 kr

2003 Tróndur Bogason, tónleikari og tónaskald 60.000 kr

2004 Marjun Kjelnæs, rithøvundur 25.000 kr

Jógvan Sverrason Biskupstø, sniðgevi og teknari 25.000 kr

Eivør Pálsdóttir, songkvinna 25.000 kr

2005 Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur 60.000 kr

2006 Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi 60.000 kr

2007 Sámal Blak 60.000 kr

2008 Marianna Mørkøre 60.000 kr