Føroyskur tónleikur og siðsøguligt handverk
Tann 5. november letur TUTL upp undir konseptinum: Craft International - Economusée. Talan er um handilin á Glade Hjørn, ið frá 5. november fer at vera eitt stað, har tað ber til at síggja og uppliva upprunan til føroyskan tónleik, t.v.s. røturnar og tað sum er sprottið úr hesum rótum.
Nú ber til hjá føroyingum og ferðafólki at fáa innlit í tónleikasøgu føroyinga og síggja, hvussu tónleikur hevur verið og verður smíðaður.
Tann 5. november letur TUTL upp undir konseptinum: Craft International - Economusée. Talan er um handilin á Glade Hjørn, ið frá 5. november fer at vera eitt stað, har tað ber til at síggja og uppliva upprunan til føroyskan tónleik, t.v.s. røturnar og tað sum er sprottið úr hesum rótum.
Føroyskur tónleikur og føroyskt tónleikasmíð er eitt handverk, ið fyri tey flestu fellur sum nakað natúrligt. Vit kenna okkara kvæðamentan, skjaldrini, kingosangin, sálmarnar og fólkatónleikin.
Men veruleikin er, at hesin mentanararvur og tað handverk, ið liggur aftanfyri henda, ikki hevði verið tøkt í dag, vóru tað ikki framsíggin fólk, ið við ídni og huga høvdu savnað, skrivað niður, tikið upp ljóðbond, sungið og spælt henda tónleik, so hann í dag í stóran mun er varðveittur og kann brúkast av unga ættarliðinum.
Felagið TUTL hevur seinastu 35 árini, við Kristian Blak á odda, arbeitt við at savna og geva út føroyskan tónleik. TUTL hevur alla tíðina lagt seg eftir eisini at hjúkla um siðbundna tónleikin. Í dag vita vit, at júst tað siðbundna og søguliga tónleikahandverkið hevur givið ungum tónleikarum íblástur.
Nú hevur TUTL valt at brúka møguleikan, sum liggur í Economusée konseptinum til at kunna um og geva innlit í føroyskan tónleik. Hetta ger tað høgligt og lætt at fáa innlit, eitt nú fyri skúlaungdóm og onnur áhuga, tí alt nú er savnað á einum stað: Framsýning í mynd og teksti, telduskíggjar og oyratelefonir, ið geva møguleika fyri at hugdýpa seg í stílin ella tekniska partin av tónleikinum, umframt tilfar at taka heim. Ávísar tíðir eru eisini konsertir í TUTL, so tónleikurin kann upplivast ”live”.
Tiltakið Economusée – TUTL, er eisini eitt gott ískoyti til ferðavinnuna. Bæði við tiltøkunum inni í TUTL og tiltøkum kring landið.
Tað er Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, ið stendur fyri Craft International og Economusée-tiltakinum í Føroyum. Hetta er ein NPP verkætlan: http://www.northernperiphery.eu. Hetta inniber, at ES fíggjar 50% av tiltakinum. Føroyar hava verið við síðan byrjan, í 2007, og arbeitt verður áhaldandi fyri, at menna fleiri slík tiltøk í Føroyum.
Craft International er yvirskipaða heitið fyri Economusée-netverkið í Norðurevropa. Hetta netverk hevur sum aðalmál at menna siðbundið handverk, og skipa átøk, ið megna at bera handverkskunnleikan víðari, til komandi ættarlið.
Nú TUTL letur upp sum Economusée, er tað næsta tiltakið í Føroyum. Tað fyrsta var Mikkjals Smiðja á Trøllanesi, hon lat upp í mars 2011. Spinnaríið hjá Monu og bátaverkstaðið hjá Jóhann A. Olsen á Tvøroyri standa í skrá. Ætlanin er so, at fleiri koma við sum frá líður.
Economusée smiðjur eru nú í øllum teimum luttakandi londunum: Írlandi, Norra, Svøríki, Íslandi, Grønlandi og Kanada.
Sum dømi kann nevnast Economusée-Kitat, sum lat upp í var. Hetta er eitt verkstað, har grønlendskar konur virka tann grønlendska búnan.
Economusée tiltakið er ætlað at menna vinnu í útjaðaraøkjum og harvið skapa arbeiðspláss og trivnað. Men samstundis er hetta eitt ferðavinnutiltak, eitt tilboð, ið skal geva ferðafólki eina dygdargóða uppliving av lokalum handverki, siðvenju og søgu.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...