14.06.2011
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Føroyskur uttanríkispolitikkur millum hierarki og netverk

Grein, sum Joan Ólavsdóttir, Jens Svabo Justinussen og Beinta í Jákupsstovu á Søgu- og Samfelagsdeildini hava skrivað, er við í nýggjari bók við heitinum “The rise of the networking region: the challenges of regional collaboration in a globalized world”, sum er útgivin á forlagnum Ashgate.


Greinarnar í bókini eru skrivaðar í sambandi við eina altjóða granskingarverkætlan um netverk og samfelag í einum alt meira globaliseraðum heimssamfelagi. Verkætlanin umfataði  Danmark, Norra, Finnland, Svøríki og Føroyar og varð fíggjað úr Norðurlandaráðnum.

Í bókini verður greinin um føroyskan uttanríkispolitikk “The New Kid on the Block. Faroese Foreign Affairs – between Hierarchy and Network”, lýst soleiðis:

Joan Ólavsdóttir, Jens Svabo Justinussen og Beinta í Jákupsstovu greiða í hesum parti frá skipan av føroyskum stovnum til fremjan av uttanríkispolitikki og førleikum teirra á altjóða politiska pallinum. Rithøvundarnir nýta hierarki- og netverksástøði sum grundarlag undir hesi greining. Greiningin vísir á týdning og styrki í veikum bondum og netverkum, har Føroyar eru við í altjóða høpi. Føroyar hava gjørt brúk av sterkum bondum til tess at virka fyri áhugamálum sínum í Evropa, og hava síðan flutt seg víðari við at gera brúk av tí styrki, ið er tengd at veikum bondum til at skapa egin netverk á altjóða pallinum. Tó vísa sannroyndir, at føroyskir politikarar eru ósamdir á máli um royndirnar við at økja um føroyska luttøku í altjóða viðurskiftum. Av tí orsøk kann altjóða luttøka vera treytað av politiskari menning í økinum.

Fleiri upplýsingar um bókina kunnu heintast her: