Fólk við serligum avbjóðingum
14.05.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Fólk við serligum avbjóðingum

Tað politiskt rætta málið snýr seg serliga um fólk, sum víkja frá meirilutanum, tað kunnu vera fólk, sum bera brek av ymsum slag, sjúk, fátæk, misnýtarar, minnilutar.


Tey, sum eina ferð vórðu umrødd sum menningartarnað, verða í dag umtalað sum fólk við serligum avbjóðingum. Tað eru ikki nógv ár síðani, at hesin bólkur varð umtalaður sum fólk við serligum tørvi, sum tá varð hildið at vera ein virðilig orðing. Undan tí vórðu tey umrødd sum menningartarnað. Fyri tíggju - tjúgu árum síðani vórðu hesi somu fólk evnaveik, seinment, brekað, handikappað o.s.fr. Vit hava ikki sæð ta seinastu greinina á hesum buli enn.

Hesi fólk, sum við nýføroyskum málburði hava serligar avbjóðingar, eru eitt skúladømi um ein bólk, har tað hevur alstóran týdning at nýta tað politiskt rætta málið. Tað er helst lítil ivi um, at orðingin við serligum avbjóðingum er jaligari enn við serligum tørvi, tí orðið tørvur sipar til at vera bundin at umsorgan frá øðrum vegna vantandi førleika, meðan avbjóðing hinvegin bendir á, at lívið hjá hesum fólkum skal vera ein avbjóðing eins væl og hjá øðrum sokallaðum vanligum fólkum. Hesi fólkini skulu fáa møguleika at fáa eina virðiliga tilveru við nøkrum tilboðum, hentleikum o.s.fr., sum samfelagið eigur at kunna bjóða teimum. Tørvur vísir aftureftir, tí tað bendir á ein førning frá fortíðini, meðan avbjóðing líkasum vísir frameftir til tað ókomna, eitt sindur ivasama men spennandi. Her eru nakrir snávingarsteinar, treyðugt so, men takið, avbjóðingin, verður eyðvitað at vinna á hesum meinbogum. Harumframt er orðið avbjóðing eitt mótaorð, tí øll vilja hava avbjóðingar í lívinum, avbjóðingar sum gamaní eru øðrvísi enn tær “serligu avbjóðingarnar”.

Øll greinin kann lesast við at klikkja á hetta leinkið: