"Football is Medicine"
Skriva út

"Football is Medicine"

Magni Mohr, leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking á Fróðskaparsetri Føroya, hevur útgivið meta-analysu review saman við donskum og serbiskum granskarum í høgtmetta tíðarritinum British Journal of Sports Medicine við heitinum "Broad-spectrum physical fitness benefits of recreational football: a systematic review and meta-analysis".


Greinin viðger data í teimum umleið 150 vísindaligu greinunum, sum eru útkomnar, har fyrst og fremst Magni og hansara altjóða samstarvsfelagar hava nýtt fótbóltsvenjing sum heilsuframa og viðgerð av fólkasjúkum. Meta-analysan staðfestir, at fótbóltsvenjing fremur hjarta-, evnisskiftis-, og vødda-beinagrindarheilsu. Fótbóltsvenjing virkar sostatt sum breiðspektraður heilivágur.

Greinin kom út á fyrstu altjóða ráðstevnuni við heitinum "Football is Medicine" í Lissabon, Portugal, fyri tveimum vikum síðan. Magni Mohr hevði høvuðsframløgu og May-Britt Skoradal frá Fróðskaparsetrinum legði eisini sína gransking fram. 300 luttakarar úr øllum heiminum tóku lut. Onnur "Football is Medicine" ráðstevnan verður í Odense í januar 2019.

"Football is Medicine" er grein av stóra altjóðakonseptinum "Exercise is Medicine", sum hevur 10 ár á baki, og sum arbeiðir fyri at fáa kropsliga venjing sum fasta viðgerð av lívstílssjúkum. Í USA meta granskarar og læknar, at kropsligt óvirkni nú er størsta deyðsorsøkin og hevur yvirhálað royking.

Videnskab.dk skrivar soleiðis um meta-analysuna og "Football is Medicine" hugtakið.

Meta-analysan kann lesast HER

Samband: Magni Mohr, 292270, magnim(at)setur.fo