Fór úr starvi eftir tænastu í fleiri enn fjøruti ár
Mikudagin 10. juni kl. 15 verður samkoma í høllini á Námvísindadeildini í sambandi við, at Jóni Johannesen, húsavørður, fór úr starvi 15. apríl í ár.
Jóni, sum er sjeyti ára gamal, er ættaður av Fløtunum í Lamba. Jóni er giftur við Miu, sum er ættað úr Vági. Børnini hjá teimum eru Jóan Petur, Jórun og Edith.
Sum ungur var Jóni til skips við ymiskum skipum av Skálafjørðinum, fór síðan í læru og fekk sveinabræv sum elektrikari í 1969. Jóni lærdi til elektrikara hjá Frans Petersen í Runavík.
Størsta partin av lívinum, t.e. frá 1. august 1971, hevur hann tó virkað sum húsavørður á Frælsinum í bygningunum hjá Námsvísindadeildini (fyrr Læraraskúlanum) og Venjingarskúlanum, fyrst sum hjálparpedellur saman við John Oluf Jacobsen, húsavørði, síðan sum settur húsavørður frá 1. januar 1979. Um heystið í 1979 var Einar Skála settur sum hjálparpedellur, og arbeiddu teir saman líka til Einar doyði í 2011. Síðan 2011 hevur Johannes Eysturdal røkt starvið sum hjálparpedellur saman við Jóna.
Jóni er ógvuliga nærlagdur og hevur røkt sítt arbeiði til lítar øll hesi mongu ár, væl stuðlaður av konuni Miu. Arbeiðsøkið er stórt, stívliga 7 tús. fermetrar undir taki umframt fleiri enn 15 tús. fermetrar av uttanumøki, so tað er ikki hissini uppgáva at røkja.
Men hóast nógvu arbeiðsuppgávurnar, so hevur Jóni altíð tíð til eitt prát, hann er fyrikomandi og góður at koma til, dugir bæði eitt og annað, hevur stak góðar hendur og veit sum oftast at siga tær, hvssu hetta ella hatta skal “snikkast” á skilabesta hátt.
Nevnast kann, at í 2013 fekk Jóni “fortjenstmedalje i sølv” frá kongshúsinum fyri trúgva tænastu.
Sum nevnt, so hevur Jóni verið væl stuðlaður av konuni Miu. Hon byrjaði sum vaskikona á Frælsinum fyrst í 70´unum og røkti hetta starv, líka til hon fór frá vegna aldur í 2012.
Mia og Jóni hava øll hesi ár búð í einum av íbúðunum, sum hoyra til bygningarnar á Frælsinum. Nú arbeiðsskeið teirra er lokið, hava tey keypt barnaheimið hjá Jóna í Lamba. Tá umvælingararbeiði er liðugt, er ætlan teirra at flyta til Lambar at búgva.
Vit á Fróðskaparsetrinum/Námsvísindadeildini takka Miu og Jóna fyri trúgva tænastu í mong ár og ynskja teimum alt tað besta frameftir.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...