Forkunnug rithøvundavitjan og fyrilestur á Føroyamálsdeildini
Skriva út

Forkunnug rithøvundavitjan og fyrilestur á Føroyamálsdeildini

Andri Snær Magnason heldur fyrilestur á Føroyamálsdeildini mikudagin 30. august kl. 16.


Andri Snær Magnason er kendur íslendskur rithøvundur og umhvørvisaktivistur. Hann hevur skrivað skaldsøgur, barnabøkur, sjónleikir, yrkingar og yrkistekstir. Í fjør stillaði hann upp til íslendska forsetavalið. Hjartamálini hjá honum, bæði í bókmentum og politikki, eru grøn.  

Bøkur hansara eru týddar til nógv mál, og hann hevur vunnið fleiri virðislønir.

Í sambandi við árligu norðurlendsku umhvørvisráðstevnuna, sum verður í Føroyum í ár, hevur FNU, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, boðið Andra Snær til Føroya, og Føroymálsdeildin hevur nýtt høvið at bjóða honum út á deildina at tosa um ritverk sítt. Ì fyrilestrinum fer hann at umrøða egin verk og tær hugsanir um umhvørvi og umhvørvispolitikk, sum verða viðgjørdar í teimum.   

Yrkingasavn hansara Bónusljóð – eitt tað mest selda í Íslandi – kemur í hesum døgum út í føroyskari týðing á forlagnum Ungu Føroyar. Tað er Sanna Andrassardóttir Dahl, ið starvast sum vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini, sum hevur týtt savnið.

Fyrilesturin, sum verður hildin á enskum, er almennur, og øll eru hjartaliga vælkomin.