08.06.2013
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Forkunnug vitjan úr Kina

Mánadagin 10. juni fær Altjóða Skrivstovan vitjan av einum av dekanunum við The University of Nottingham í Ningbo í Kina.


Mánadagin 10. juni fær Altjóða Skrivstovan vitjan av einum av dekanunum, Gethin Roberts, við The University of Nottingham í Ningbo í Kina. Til ber at hitta hann í hølum okkara á J.C. Svabosgøtu 14 mánadagin millum kl. 15.00 og 17.00.

Kom og fá vegleiðing um útbúgvingarmøguleikarnar.

Gethin Roberts luttók í september í fjør á Markleys Útbúgving í Norðurlandahúsinum og síðan hava fleiri víst áhuga í at lesa á enska/kinesiska unversitetinum í Nigbo. Har ber til at fáa eina enska útbúgving í kinesiskum høpi innan nógv fak sum til dømis Altjóða samskifti, Telduverkfrøði, ”International studies” við meira.

Meira kunning fæst her.

Studentar, ið eru áhugaðir í hesum serligu útbúgvingartilboðum í Kina, eru vælkomnir til vegleiðing um útbúgvingarnar, umsóknar- og upptøkuviðurskifti.

Mánadagin 10.  juni frá kl. 15 til 17 á Altjóða Skrivstovuni í J.C. Svabos gøtu 14 í Tórshavn.