31.01.2014
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Forkunnug vitjan úr Kina

Mikudagin 5.februar fær Altjóða Skrivstovan vitjan av einum av dekanunum, Gethin Roberts, við The University of Nottingham í Ningbo í Kina.


Gethin Roberts verður at hitta í hølum okkara á J.C. Svabosgøtu 14 (Gróthusið) mikudagin millum kl. 16.00 og 18.00.

Kom og fá vegleiðing um útbúgvingarmøguleikarnar
Gethin Roberts luttók í september í 2012 á Markleys Útbúgving í Norðurlandahúsinum og síðan hava fleiri víst áhuga í at lesa á enska/kinesiska unversitetinum í Ningbo.

Har ber til at fáa eina enska útbúgving í kinesiskum høpi innan nógv fak, til dømis: altjóða samskifti, telduverkfrøði, ”International studies” við meira.

Tvey føroysk lesandi eru á University of Nottingham í Ningbo í løtini.

Meira kunning fæst her.

Studentar, ið eru áhugaðir í hesum serligu útbúgvingartilboðum í Kina, eru vælkomnir til vegleiðing um útbúgvingarnar, umsóknar- og upptøkuviðurskifti.

Mikudagin 5. februar frá kl. 16 til 18 á Altjóða Skrivstovuni í J.C. Svabos gøtu 14 í Tórshavn.