16.02.2016
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Forkunnugt søguseminar leygardagin

Søgu- og samfelagsdeildin skipar 20. februar klokkan 14 fyri einum seminari við fýra kendum søgugranskarum úr Noregi, Íslandi og Danmark. Seminarið verður á veghæddini í J. Broncks gøtu 25.


Hesa vikuna fær Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum forkunnuga vitjan av fýra viðurkendum søgugranskarum. Tey eru Uffe Østergaard úr Danmark, Gunnar Karlsson úr Íslandi, Yngve Flo úr Noreg og Beinta í Jákupsstovu, ið er knýtt at Molde universitetinum í Noreg.


Uffe, Gunnar og Beinta vitja í sambandi við, at tey eru andmælingar til ph.d.-verjuna hjá Hans Andriasi Sølvará, men tey hava eisini játtað at halda hvør sín fyrilestur leygardagin 20. februar. Tí skipar Søgu- og samfelagsdeildin fyri einum almennum seminari við fýra fyrilestrum.


Skráin fyri seminarið er henda:

Kl. 14.00:    Vælkomin
Kl. 14.10:     Uffe Østergaard: Det danske imperium 1814 til 1918 - småstat og imperium, globalisering og  gårdmandsdemokrati
Kl. 14.40:    Spurningar og kjak
Kl. 14.55:    Gunnar Karlsson: Usynlige fremskridt i et dansk biland
Kl. 15.25    Spurningar og kjak

Kl. 15.40    Steðgur

Kl. 15.55:    Yngve Flo: Den Norske amtmannsordninga
Kl. 16.25:    Spurningar og kjak
Kl. 16:40:    Beinta í Jákupsstovu: Stats- og nasjonsbygging på Færøyene, en oppgave også for legene?
Kl. 17.10:     Spurningar og kjak
Kl. 17.25:     Samanumtøka

Uffe Østergaard er professari í evropeiskari og danskari søgu við Copenhagen Business School, og hann er eisini Jean Monnet professari í evropeiskari sivilisatión og integratión við Aarhus Universitet. Uffe hevur serliga fingist við nationalismu og tjóðskaparligan samleika, og hann hevur skrivað bøkur og greinir í hópatali um evnið, millum annað bøkurnar Europas ansigter frá 1992, Europa. Identitet og identitetspolitik frá 1998 og Den globala nationalismen frá 2006.


Gunnar Karlsson er professari emeritus við Háskóla Íslands. Hann gjørdist professari í 1980 og hevur skrivað hópin av bókum um íslendska søgu. Teirra millum er bókin Iceland’s 1100 Years: the history of a marginal society frá 2000, og frá sama árið er eisini bókin Íslandssaga í stuttu máli, sum er umsett til bæði enskt, franskt, týskt og svenskt. Í nýggja verki sínum, Ástarsaga Íslendinga að fornu, kannar Gunnar ástarsøgu íslendinga frá landnámi fram til umleið ár 1300.


Yngve Flo er doktari í søgu og granskar á Rokkansenteret í Bergen. Hann hevur serliga skrivað um søguna hjá umsiting og kommunum. Í 2014 gav hann út bókina Statens mann, fylkets mann – norsk amtmanns- og fylkeshistorie 1814-2014, og í fjør kom bókin For byfolk og bønder 1940-2015, sum er søgan um Rogalands fylkiskommunu.


Beinta í Jákupsstovu er dr. Polit og 1. Amanuensis við Høgskolen i Molde. Hon gav í 2006 út doktararitgerð sína Kunnskap og makt. Færøysk helsepolitikk gjennom 150 år, men hetta er fyrstu ferð, hon fær høvi til at halda fyrilestur í Føroyum við støði í doktararitgerðini.