Formaðurin: - Øll lesandi mugu svara kanningini
Nýggj trivnaðarkanning er send teimum umleið 1000 lesandi á Setrinum, og formaðurin í Ráði teirra lesandi mælir staðiliga øllum til at svara spurningunum
- Tann einstaki lesandi kann tykjast sum ein ótýðandi brikkur í tí stóra, men skal Setrið fáa dygdardátur burtur úr trivnaðarkanningini, so mugu øll sum ein svara spurningunum.
Tað sigur Sonni Oddbjørn Johnsson, formaður í Ráði teirra lesandi, nú Lestrarskrivstovan ger nýggja trivnaðarkanning og hevur sent teimum lesandi spurningar at svara.
- Tað hevur so ótrúliga stóran týdning, at Setrið fær so mong svar sum gjørligt, tí størri luttøkan er, jú størri er ymiskleikin í svarunum frá deild til deild, frá útbúgving til útbúgving, og vit fáa góða umboðan, tá tað ræður um kyn, aldur, trivnað og so framvegis, sigur formaðurin, sum samstundis ásannar, at broytingar og batar ikki altíð kunnu koma frá degi til dags.
- Átøk bera kanska ikki ávøkstur, fyrr enn nøkur ár eru umliðin, men har mugu vit hava í huga komandi ættarlið, sum vónandi kunnu hava eitt universitet í Føroyum at lesa á, sum er í serklassa, sigur Sonni Oddbjørn Johnsson.
Átøk eru gjørd
Seinasta kanningin frá 2019 um nøgdsemi við útbúgvingar og trivnað vísti, at rúm var fyri bata. Síðani hevur leiðslan arbeitt við at fáa nógv betri samstarv og beinleiðis samskifti við tey lesandi gjøgnum teirra valdu umboð.
- Studentarnir og teirra kor og afturmeldingar eru kjarnin í virkinum hjá øllum nútímans útbúgvingarstovnum, sigur Chik Collins, rektari.
- Og eg má siga, at eg eri ovfarin av, hvussu professionelt og eldhugað hetta ráðið arbeiðir, og eg haldi, at tey eru ein fyrimynd fyri onnur slík ráð, sigur hann.
Rektarin leggur eisini teimum lesandi eina við at brúka teir umleið 20 minuttirnar, sum tað tekur at svara trivnaðarkanningini, og hann vil fegin hava greiðar afturmeldingar.
- Tey lesandi eiga at siga bart út, hvat tey halda og meina. Tey eiga ikki at halda seg aftur við eini kenslu av, at tey órógva ella fara um mark, tí tað er júst við teirra kritikki, at vit kunnu betra um okkara universitet, sigur hann.
Seinasta trivnaðarkanning fekk ikki nóg góða undirtøku. Ov fá lesandi svaraðu kanningini til, at hon ordiliga kann sigast at vera umboðandi, og hetta skal broytast hesaferð.
- Vit vilja hava øll at svara. Og sum eina gularót kunnu tey lesandi vera við í einum lutakasti um eina iPhone 12 mini frá Føroya Tele, sigur Chik Collins.
Sonni Oddbjørn Johnsson leggur aftrat, at hann veit, at leiðslan raðfestir hetta av álvara.
- Vit í Ráði teirra lesandi hava bygt eitt ótrúliga gott samstarv upp við rektaran og onnur starvsfólk á Setrinum, og vit hava veruliga fingið innlit í, hvønn týdning hann og starvsfólkini leggja í at framala góðsku á øllum Setrinum.
- Tað minsta, vit kunnu gera er at svara kanningum sum hesari, tí tað krevur so lítið og er eitt so gott amboð hjá leiðsluni.
- So ger tað, um ikki annað fyri tey komandi lesandi!, ljóðar áheitanin frá formanninum í Ráði teirra lesandi.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...