14.09.2009
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Formannsskifti í VNH

Erland Viberg Joensen er nýggjur formaður


Á fundi í Havn 12. september 2009 fór Daniel Thorleifsen, stjóri á grønlendska tjóðsavninum og grønlendska Landsskjalasavninum frá sum formaður í netverkinum VNH: Forskernetværket om dokumentation, historieskrivning og formidling af de vestnordiske landes fælleshistorie.

Hetta netverk, sum byrjaði í 2001, hevur til endamál at fáa skrivað eina felagssøgu fyri útnorður. Í hesum sambandi eru longu útgivnar fleiri greinarøðir um útnorðursøguna og hildnar eru fleiri ráðstevnur. Umboðað í stýrinum fyri netverkinum eru Føroyar, Grønland og Ísland, men fólk í Danmark og Noreg eru eisini knýtt at netverkinum.

Fráfarandi formaðurin Daniel Thorleifsen, er cand. mag. í søgu og grønlendskum máli og mentan. Áðrenn hann fór í starvið sum stjóri á grønlendska tjóðsavninum og landsskjalasavninum í 2005, var hann lektari og deildarstjóri í søgu á grønlendska universitetinum Ilisimatusarfik.

Nývaldi formaðurin Erland Viberg Joensen, er nýliga settur í starv sum savnvørður á fólkalívsdeildini á Føroya Fornminnissavni. Hann hevur síðani 2003 verið í starvi sum savnvørður á Tórshavnar Býarsavni.

Erland Viberg Joensen er útbúgvin søgumaður og fólkalívsfrøðingur. Hann vardi í 2003 á Fróðskaparsetri Føroya Ph.D. ritgerð sína: Lossingarmenn í Havn. Erland Viberg Joensen er eisini limur í Granskingarnevndini og Vísindanevnd Føroya.

Hinir limirnir í stýrinum fyri VNH eru nú, umframt Erland Viberg Joensen,  Daniel Thorleifsen, Andras Mortensen. Landsantikvarur og Jón Th. Thór, professari, Ísland.