Føroyar og ES í einari broytingartíð í Evropa
Hósdagin 10. oktober skipar Uttanríkis- og mentamálaráðið í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya fyri kunnandi tiltaki um Føroyar og ES.
Tiltakið er alment og verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum frá 09.00 til 12.00.
Evropa Samveldið er og verður framvegis størsti marknaðurin fyri føroyskan útflutning, eisini eftir Brexit, og hóast aðrir marknaðir kring heimin fáa alsamt størri týdning fyri Føroyar. Umframt handilssamstarv hava Føroyar og ES eisini samstarvssáttmálar innan fiskiveiði og gransking. Men er samstarvið við ES nóg breitt og tíðarhóskandi tá samanborið verður við viðurskiftini millum ES og onnur lond í Vesturevropa?
Nøkur lond í Vesturevropa, sum Ísland, Noreg og smálondini Andorra, Monako og San Marino, hava av ymsum orsøkum valt ES limaskapin frá. Øll ynskja best møguliga atgongd til ES marknaðin og eitt mennandi samstarv í Evropa, men hvussu skipa hesi londini síni viðurskifti við ES?
Á tiltakinum fara umboð úr Andorra og Noreg at greiða frá teirra royndum av samstarvi við ES. Eisini fara serfrøðingar og samráðingarfólk hjá ES at greiða frá støðuni hjá ES til handil og annað samstarv við lond í Evropa, ið eru uttanfyri ES. Kate Sanderson, leiðari fyri Evropatoymið í Uttanríkistænastuni hevur eina innleiðandi framløgu um viðurskifti Føroya við ES og Marita Rasmussen, stjórin á Vinnuhúsinum fer at umrøða týdningin av ES marknaðinum fyri føroyskt vinnulív. Hans Andrias Sølvará, professari í søgu á Setrinum fer at stýra orðaskiftinum og Elin Mortensen, Sendikvinna Føroya til ES tekur saman um.
Øll er hjartaliga vælkomin. Ikki er neyðugt at melda seg til frammanundan. Tiltakið verður á enskum.
Skráin:
09:00 - Welcome: Professsor Chik Collins, Rector of the University of the Faroe Islands and Poul Geert Hansen, Permanent Secretary, Ministry of Foreign Affairs and Culture
09:05 - Introduction: Kate Sanderson, Head of European Affairs, Foreign Service, Ministry of Foreign Affairs and Culture: Developing a broader relationship between the Faroe Islands and the EU
09:20 - Maira Lopez, Senior EU Advisor and First Secretary of the Embassy of Andorra in Brussels: Relations with the EU as a non-EU small state in Europe – challenges and opportunities
09:40 - Claude Maerten, former Head of Department for Western Europe, European External Action Service: The EU and its non-EU neighbours in Western Europe: the view from Brussels
10:00 - Refreshment break
10:20 - Dag Wernø Holter, Senior Adviser, Ministry of Foreign Affairs, Norway & former Deputy Secretary General of EFTA: Cooperation in Europe – what has 25 years of the EEA Agreement meant for Norway?
10:40 - Petros Sourmelis, Head of Section, Directorate General for Trade, European Commission: The new generation of EU free trade agreements worldwide: implications for exisiting agreements in northern Europe
11:00 - Marita Rasmussen, House of Industry, Faroe Islands: Trading with the EU - views from the Faroese business sector
11:20 - Panel discussion, introduced and moderated by Professor Hans Andrias Sølvará, Dean of the Faculty of History and Social Sciences, University of the Faroe Islands
11:50 - Summing up & closing remarks: Elin Mortensen, Head of Mission of the Faroes to the EU
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...