Screenshot 2023-05-16 at 10-10-39 Faroe Islands strengthen their position in Nordic research co-operation.png
Vágsbotnur, har Granskingarráðið heldur til
Marianne Knudsen, NordForsk
16.05.2023
Setrið
Skriva út

Føroyar styrkja sína støðu í norðurlendskum granskingarsamstarvi

Lesið alla greinina her.

- Vit vilja umboða okkum sjálv sum land og styrkja um okkara luttøku í norðurlendska granskingarsamstarvinum uttan mun til okkara felagsskap við Danmark. Vit hava sjálvstøðuga lóggávu á so mongum økjum í Føroyum, og tí er tað náttúrligt fyri okkum, at vit eisini hava tað í norðurlendskum viðurskiftum. Bindingin og motivatiónin, sum tað krevur, verður nógv størri, tá vit umboða okkum sjálv, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, m.a. í samrøðuni.

- Áður hava vit havt møguleika at søkja um granskingarstuðul, men nú, tá ið vit hava fingið fullan limaskap í nevndini í NordForsk og sjálv koma við pengum, so fáa vit eisini størri heimild til at seta fingramerki á granskingarátøk. Tað er bæði framíhjárættindi og ábyrgd. Tá vit nú hava biðið um at taka lut, so mugu vit eisini vera virkin, samstundis sum tilfeingi og orka eru avmarkað samanborið við hini Norðurlondini, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum og nevndarlimur í NordForsk.

- Vit liggja mitt í Norðuratlantshavi, og okkara staðseting ger okkum áhugaverd granskingarliga og trygdarpolitiskt. Vit eru eisini eitt lítið samfelag, har sjógvur og fiskarí eru ein treyt, og hetta fyllir nógv í granskingini her. Harafturat eru vit eitt sera homogent samfelag samanborið við onnur fólk, og tað ger okkum serlig, tá tað snýr seg um heilsugransking, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari á Setrinum, og leggur aftrat, at granskingarøkini, sum hava stóran týdning í Føroyum, eru mál og mentan, søga, samfelagsviðurskifti, sjógvur og akvakulturur, orka og heilsugransking.

Og týdningarmikið fyri granskingarumhvørvið í Føroyum eru møguleikarnir at samstarva við granskarar og granskingarstovnar í Norðurlondum.

- Tað hevur alstóran týdning, tí tá vit eru so lítil, eru samstarvsavtalur umráðandi. Vit kunnu ikki sjálv menna stór fakumhvørvi, og samstørv við onnur universitet eru ein treyt, sigur rektarin við Marianne Knudsen frá NordForsk.

NordForsk hevur verið í Føroyum fyri at kanna, hvønn týdning norðurlendska granskingarsamstarvið hevur fyri føroyingar. Hendan greinin er tann fyrsta í eini røð.