Forsetin í MFS fingið nevndarsess í ESU
Tór Marni Weihe, forseti í MFS, er valdur í starvsnevndina í European Students´ Union, ið umboðar 20 milliónir lesandi í Europa
Bara fýra mánaðir eftir, at Meginfelag Føroyskra Studenta bjóðaði til hátíðarhald, tí MFS hevði fingið fullan limaskap í ESU, ja, so hava tey fingið sess við borðið í starvsnevndini í europeiska paraplyfelagsskapinum.
ESU umboðar 20 milliónir lesandi umvegis 45 national studentafeløg úr 45 londum. Endamálið við ESU er at umboða og virka fyri áhugamálunum hjá lesandi, tá tað ræður um útbúgvingarlig, sosial, fíggjarlig og mentanarlig viðurskifti. ESU fremur serliga sítt virki mótvegis ES, Bologna-fylgibólkinum, Europaráðnum og UNESCO.
Herfyri var so aðalfundur í ESU í París, og tá gekk heilt væl hjá Tór Marna Weihe, sum stendur á odda fyri MFS. Hann varð valdur í starvsnevndina, og MFS sigur, at hetta er ein søgulig hending.
- Hetta er fyrstu ferð í søguni hjá ESU, at eitt limafelag á sínum fyrsta aðalfundi bjóðar seg fram og far eitt valevni valt til starvsnevndina, skriva tey í tíðindaskrivi.
Sambært Tór Marna Weihe er sessurin í starvsnevndini í ESU eitt stórt framstig fyri Føroyar og føroysk lesandi.
- Ja, eitt risastórt framstig á so mangan hátt. Fyrst av øllum, tí at hetta er ein europeisk álitisváttan til MFS, sum luttók fyri fyrstu ferð sum fullur limur. Men hetta er eisini eitt framstig fyri føroysk lesandi, tí, hóast eg í starvsnevndini skal arbeiða fyri øll lesandi í Evropa, so slepst ikki undan, at MFS nú hevur eina rødd í maskinrúminum í ESU, og tað kann bara gagna føroyskum lesandi og føroysku útbúgvingarskipanini, sigur hann.
Sendinevndin hjá MFS til aðalfundin í ESU í París. F.v.: Niels Arge, altjóða skrivari, Magnus við Streym, varaforseti, Borgný Súsonnudóttir, ráðslimur og fyrrv. altjóða skrivari og Tór Marni Weihe, forseti
Umframt at fáa valevni valt í starvsnevndina hjá ESU, var aðalfundurin í París eisini søguligur á annan hátt. Tað eydnaðist nevniliga MFS at fáa Føroyar við í arbeiðsætlanina hjá ESU, og tí fer ESU fyri fyrstu ferð at arbeiða ítøkiliga fyri føroyskum lesandi.
- Tað eydnaðist okkum at fáa eina orðing um Erasmus+ í arbeiðsætlanina hjá ESU, soleiðis at ESU nú hevur bundið seg til at virka fyri, at føroysk lesandi fáa atgongd til Erasmus+. Hetta verður sjálvandi ikki loyst í eini handavending, men fyri fyrstu ferð er tað altso greiður og ítøkiligur stuðul til Føroyar í Evropa, greiðir Niels Arge, altjóða skrivari í MFS, frá.
Av tí at hvørt land hevur tvær atkvøður í ESU, hava Føroyar líka nógvar atkvøður sum t.d. Týskland og Frakland.
Hjartaliga til lukku, Tór Marni Weihe, MFS, øll føroysk lesandi og Føroyar!
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...