Forvitnisligur mentanararvur verður talgildur
Føroyamálsdeildin hevur gjørt søguliga avtalu við SavnsGull
Á Føroyamálsdeildini eru uml. 2500 ljóðbond á goymslu. Á flestu bondunum eru gamlar upptøkur við føroyingum, sum kvøða, syngja ella siga frá. Frásagnirnar eru um staðanøvn, trúgv, siðir o.s.fr. Mortan Nolsøe (1924-87), professari, hevði nógv av bondunum við sær, tá hann kom á Føroyamálsdeildina at arbeiða í 1973. Tað var byrjanin. Síðani kom ein rúgva av bondum afturat umframt upptøkur frá Dansk Folkemindesamling.
Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at fáa bondini talgild, bæði fyri at varðveita tey, og fyri at tey skulu hóska til nútíðarinnar tørv. Fleiri bond eru talgild síðan 2007, men umstøðurnar á Føroyamálsdeildini eru ikki góðar til slíkt arbeiði. Tí hevur Føroyamálsdeildin gjørt avtalu við SavnsGull um at fáa bondini talgild. Við avtaluni fer talgildanin at ganga skjótari. Samstundis er ætlanin so hvørt at gera talgildu upptøkurnar atkomuligar á einari heimasíðu, sum eftir ætlan verður klár til heystar.
Mangt forvitnisligt er á gomlu bondunum, og tað mesta hevur ivaleyst almennan áhuga. Í einstøkum førum hava heimildarfólk ella innsavnarar lagt treytir við, sum mugu virðast, og fyri slíkar upptøkur verða serligar reglur gjørdar.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...