Fótbóltsspøl og heilsuundirvísing fyri børn muna
Nýggj grein vísir, at konseptið "11 for Health" er væl umtókt millum føroyskar dreingir og gentur, og at tað hevur góða ávirkan á teirra trivnað og vitan um heilsu
May-Britt Skoradal, Maria Hammer Olsen og Magni Mohr frá Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi hava skrivað greinina saman við samstarvsfeløgum frá Syddansk Universiteti. Greinin, sum er almannakunngjørd í Scand J Med Sci Sports, eitur "11 for Health" in the Faroe Islands: popularity in schoolchildren aged 10-12 and the effect on well-being and health knowledge.
“11 for Health” er eitt konsept, sum er ment til skúlabørn í aldrinum 10-12 ár, og 30.000 skúlabørn í Danmark hava roynt tað, eins og børn í londum í Suðuramerika og Afrika - og nú eisini her í Føroyum.
Talan er um eina undirvísingarskrá, sum varar í 11 vikur, og undirvíst verður tvær ferðir um vikuna á 45 minuttir í heilsu og fysiskari rørslu, sum byggir á fótbóltsspøl. Samstundis verður dentur lagdur á at at hava góðan atburð og virðing.
Eftir bara 11 vikur upplivdu 10-12 ára gomul føroysk skúlabørn framburð í fysiskum og sosialum trivnaði, og staðfest varð, at tey høvdu eina framgongd upp á 11,8 prosent í heilsuvitan um fysiskan aktivitet, kost og trivnað.
Bæði genturnar og dreingirnir dámdu “11 for Health”-átakið og góvu tí ávikavist 3,7 og 3,8 í støðumeti á einum stiga frá 1 til 5.
Lesið greinina her.
Áður er grein útkomin, sum m.a. vísir, at:
* Tað systoliska blóðtrýstið fall við 6 mmHg samanborið við kontrollbólkin
* Vøddamassin vaks við 400 g samanborið við kontrollbólkin
* Kropsjavnvágin betraðist við 1.5 sekundum samanborið við kontrollbólkin
* Loplongdin øktist við 10 cm samanborið við kontrollbólkin
Úrslitini frá kanningini, sum verða lýst í hesum báðum greinum, vísa, at “11 for Health” er vælegnað til at betra heilsustøðu, heilsuvitan og trivnað hjá 10-12 ára gomlum børnum.
- Konseptið er væl egnað at flætta inn í skúlagongdina og tí eitt gott alternativ til rørslu- og heilsuundirvísing í fólkaskúlanum, sigur May-Britt Skoradal, adjunktur á Setrinum.
Kanningin bleiv gjørd í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Syddansk Universitet.
Lesið eisini meira um granskingina við "11 for Health" í videnskab.dk her.
SDU og DBU hava samstarvað um undirvísingartilfar í sambandi við "11 for Health".
Undirvísingartilfarið er tøkt her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...