Fótbóltsvenjing afturat kostvegleiðing gevur betri úrslit
Fótbóltsvenjing saman við kostvegleiðing er munadyggari viðgerð av 55-70 ára gomlum fólkum við prediabetes enn bara kostvegleiðing. Hetta vísir nýggj gransking frá Deplinum fyri heilsu- og almannagransking á Fróðskaparsetrinum.
May-Britt Skoradal, Pál Weihe, Poula Patursson, Jann Mortensen og Magni Mohr umboða Depilin fyri heilsu- og almannagransking í nýggjari vísindaligari grein í Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports, sum er framd í samstarvi við Syddansk Universitet og Exerter University.
Greinin ber heitið “Football training improves metabolic and cardiovascular health status in 55- to 70-year-old women and men with prediabetes”.
Greinin vísir, at 16 vikur av fótbóltsvenjing (30-60 minuttir 2 ferðir um vikuna) og kostvegleiðing betrar um blóðsukurreguleringina, minkar kropsfeittið, miðal blóðtrýstið og kolesterolið í blóðinum, økir vøddamassan og maksimalu oxygenupptøkuna í størri mun enn kostvegleiðingin ger einsamøll.
Prediabetes er undanstigið til typu 2 diabetes, sum er ein hin størsta heilsuavbjóðingin, sum heimurin hevur í løtuni. “Tað serstaka við typu 2 diabetes og prediabetes er, at hesir sjúklingarnir ofta hava eina røð av heilsuavbjóðingum, og ikki bert niðursetta ella oyðlagda blóðsukurregulering. T.v.s. teir hava í stóran mun ov nógv kropsfeitt, ov nógv kolesterol í blóðinum, ov høgt blóðtrýst, lágan vøddamassa og maksimala oxygenupptøku, sum allir eru sjálvstøðugur vandatættir”, sigur May-Britt Skoradal, ph.d.-lesandi í Deplinum og fyrstirithøvundur á greinini. “Tískil eiga hesir sjúklingabólkar at viðgerast breiðspektrað og henda kanningin vísir, at kropslig venjing og kostbroytingar virka sum breiðspektraður heilivágur”, sigur May-Britt Skoradal.
Kanningin tekur støði í altjóða konseptinum “Exercise is Medicine”, sum er skapt av nøkrum av heimsins førandi granskarum í medisini og fysiologi, og sum nú hevur 15 ár á baki.
Magni Mohr, verkætlanarleiðari, metir, at vísindaligu prógvini fyri at viðgera sjúklingabólkar sum eitt nú fólk við typu 2 diabetes við kropsligari venjing og kostbroytingum á ein skipaðan, stýrdan og vísindalig grundaðan hátt í heilsuverkinum eru eftirhondini so sterk, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn veruligar kliniskar leiðreglur verða settar í verk altjóða. “Okkara kanning vísir, at kropslig venjing, sum inniheldur intenst arbeiði við stórum vøddabólkum, gevur breiðspektraðar fysiologiskar effektir, og tí skulu vit nettupp inn at viðgera bólkar sum t.d. prediabetikarar við venjing og kosti” sigur Magni Mohr. “Kanningin vísir, at eldri prediabetikarar hava gagniligar effektir av fótbóltsvenjing á blóðsukurregulering, kropssamanseting, blóðtrýst og oxygenupptøku, sum hava kliniskan týdning, og sum stuðla undir meta-analysur í tí altjóða vísindaligum bókmentum”, sigur Magni Mohr at enda.
Kanningin varð løgd fram á Granskingardegnum hjá Landssjúkrahúsinum og á American College of Sports Medince, sum er heimsinis førandi Sports Medicine ráðstevna í heiminum, í Denver í USA í fjør.
Kanningin er stuðlað av Sjúkrakassagrunninum.
Samandráttur av greinini kann lesast HER: LINK
Samband: Magni Mohr, 292270, magnim(at)setur.fo
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...