Fótbóltsvenjing yngir beinagrindina
Fótbóltsvenjing yngir beinagrindina hjá miðaldrandi kvinnum við 2-4 árum eftir bert 15 vikum av venjing.
Tá vit eldast henda líðandi kropsligar broytingar, og hjá kvinnum viðføra skiftisárini sera stórar broytingar, sum kunnu minka um almennu heilsustøðuna, har m.a. kvinnuliga kynshormonið østrogen spælir týðandi leiklut. T.d. missa kvinnur 0,5-1% av beinvevnaði um árið, tá tær nærkast skiftisárunum, og hetta viðførir eitt munandi fall í beinheilsustøðuni.
Magni Mohr hevur í vikuni útgivið nýggja vísindaliga grein. Greinin er útgivin í vísindaliga tíðarritinum European Journal of Applied Physiology og kann lesast her.
Greinin byggir á kanning framda í Føroyum sum samstarvsverkætlan ímillum Fróðskaparsetur Føroya, Deildina fyri Arbeiðs- og Almennaheilsu, Landssjúkrahúsið og Ítróttarsamband Føroya, umframt útlendsk universitet. Verkætlanin er stuðlað av Granskingargrunninum, ÍSF og Eik Banka.
Kanningin viðger broytingar í beinagrindini aftaná 15 vikur av antin intensari intervalsvimjing ella langteinasvimjing við lágum intensiteti, og so fótbóltsvenjing. Allir bólkar vandu tríggjar ferðir um vikuna. Beinagrindin var skannað við DXA-skanning, sum m.a. staðfestir beinmassa (bone mineral content) og beintættleika (bone mineral density), og blóðroyndir vóru tiknar, har markørar fyri beinuppbygnað (bone formation) vóru analyseraðir.
Úrslitini vísa, at meðan svimjing ikki ávirkaði beinheilsuna, so økti fótbóltsvenjing bæði beinmassan og –tættleikan í beinunum (lærbeininum) við 2-3%. Taka vit hædd fyri aldurstongda beintapinum fyri kropsliga óvirknar miðaldrandi kvinnur, so svarar hetta til, at beinagrindin verður 2-4 ár yngri av 15 vikum av fótbóltsvenjing. Í blóðroyndunum øktist “bone formation” markørarnir osteocalcin, procollagen type I N propeptide og C-terminal telopeptide við 37-52%. Hesir stuðla úrslitunum av DXA-skanningini og vísa týðiliga, at beinuppbyggingin var sera nógv stimbrað av fótbóltsvenjingunum.
Kanningin stuðlar øðrum kanningum frá granskingarbólkinum, sum vísa, at fótbóltsvenjing er sera munadygg, tá talan er um at betra beinheilsuna, og ger at vit betur skilja tey signal, sum stimbra uppbyggingina av beinvevnaðinum.
Tískil eru eftirhondini so sterk vísindaliga prógv komin í ljósmála at mælt verður til, at bóltspøl ella kropslig venjing við líknandi rørslumynstri verður nýtt sum fyribyrging av beintapinum hjá útsettum bólkum, og verður partur av viðgerðini av sjúklingum við byrjandi beinheilsutrupulleikum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...