22.12.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Frá Hammershaimb-ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum

V. U. Hammershaimb fer til Danmarkar í 1831. Hann tekur studentsprógv í 1839 og fer síðani at lesa gudfrøði á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.


Hammershaimb ferðast til Føroya sum nýklaktur gudfrøðingur í 1847. Um ferðina skrivar hann: »Født på Færøerne af færøiske forældre, opvoxede jeg der med det færøiske tungemál pá læberne; skønt jeg allerede i en alder af 13 kom ned til Danmark, blev jeg derfor dog stedse fast knyttet til mine fødeøer báde ved slægskabs-forhold og ved barndomsvenskaber, sá at kærligheden til og interessen for Færøerne og alt færøiskt altid vedblev at være varm og levende hos mig.«


Broytingartíðin á øllum økjum í Føroyum er sera stór millum 1800 og 1900. Um miðja øldina henda stórhendingar á politiska pallinum. Vinnuligur framburður við øktum fólkatali og broytingum í samfelagsskipanini og kollveltandi broytingar fara eisini fram á mentanarøkinum. Skipaður fólkaskúli verður settur á stovn og skriftmálið kemur í fasta legu.


Á snar.fo finnur tú røður, fyrilestrar og undirhald frá tiltakinum Hammershaimb 190 ár, ið varð hildið í Norðurlandahúsinum 20. november 2009.