Frá munnligari søgu til bygdarsøgu
Í Føroyskari bókmentasøgu 2, sum arbeitt verður við á Fróðskaparsetrinum, eru tær fyrstu bygdarsøgurnar eitt evni. Ein er Hestsøga, 1947, eftir Jóan Chr. Poulsen, skrivað á vøkrum hestmáli.
Bygdarsøgur og Føroya Ungmannafelag
Hvussu bar tað til, at farið varð at skriva bygdarsøgur í fyrru helvt á tjúgundu øld? Ein partur av orsøkini liggur hjá Føringafelag, sum setti sær fyri at fáa føroyskar skúlabøkur um øll evnir og flotaði eina verkætlan, har køn fólk í teimum ymsu oyggjunum skuldu skriva hvør sín part av einari landalæru; ætlanin rakk ikki á mál, men í 1914 var skriving í bløðunum um, at amtmaðurin hevði lovað at fíggja eina føroyska landalæru. Ein lærari fór at fregnast nærri, og tá kom fram, at treytin fyri stuðli var, at landalæran var skrivað á donskum. Einki kom burturúr.
Men ungmannafeløgini tóku stevnuskránna hjá Føringafelag til sín. Umleið 1930 sendi Føroya Ungmannafelag áheitan til ungmannafeløgini um at starvast fyri, at “bygdarsøgur og annað forvitnisligt bygdini viðvíkjandi verður uppskrivað” (tant her). Akkurát hvussu stóra ávirkan áheitanin hevði, er ikki gott at siga, men hon hevur helst verið kveikjandi fyri tey, sum høvdu søguans og hug at skriva.
Hestsøga
Hestsøga er triðja bygdarsøgan. Hon er eisini ein oyggjarsøga, og tað er tí eyðvitað, at fyrsti kapittul er “Oyggj okkara” og sigur frá upphavssøgnum um Hest.
Eitt høvuðsevni í Hestsøgu er fuglurin og bjørgini, og tað er ikki løgið, so góð sum Hestbjørgini vóru. At søguni um um bjørgini knýtir seg ein stórur partur av - við orði Jóan Christians - skaðasøguni. Rikard Long sigur í ummæli, at tann fólkamissur, sum bygdin hevur verið fyri, setir sín dám á bókina, men at henda søgan er her løgd inn í sín rætta samanhang.
Millum dýrgripirnar í Hestsøgu eru kapitlarnir Matarhald og matgerð, Akting og Neytahald. Tað skal valdast, sum tær ymisku bygdarsøgurnar eru ólíkar, og ein orsøk má vera, at bygdirnar sjálvar eru so ólíkar. Hvussu nógvar aðrar bygdarsøgur siga frá neytanøvnum, veit eg ikki, men Jóan Chr. nevnir nøvn á kúm, ið ikki itu eftir, hvussu tær vóru littar, men itu Mjatlan, Geitin, Flóðarhesturin og Leðurboppan, sum var so seigmjólkin, o.s.fr.
Ungmannafelagsblaðið Sómi og Hestsøga
Ungmannafelagið í Hesti, Randarsól, hevði eitt handskrivað felagsblað, sum æt Sómi; tað byrjaði í 1929. Á Føroyamálsdeildini er ljósrit av árgangunum 1929 og 1930. Á Sóma nr. 6-7 1929 er Jóan Christian blaðstjóri, og í blaðnum eru tríggjar greinar eftir hann. Greinin “Fuglasjongur” er um ungmannafelagsmálið at verja smáfuglin, og hon er síðan útbygd í frásøgnini í Hestsøgu um fuglalívið í oynni. Greinin “Teir, ið fórust” er somuleiðis fyrireiking til tann langa kapittulin “Skaðasøgan” í Hestsøgu. Triðja greinin, “Skiftandi tíðir”, er eisini fyrireiking til bygdarsøguna, hóast ikki alt, sum har stendur um barnauppaling, slapp við í bókina.
Lockwood
Í kapitlinum “Ferðafólk” skrivar Jóan Chr., at gestablídni var høgt í metum, og ofta vóru teir bestu bitarnir goymdir til fremmant fólk. Gestablíður mundi hann sjálvur vera. Enski málfrøðingurin W. B. Lockwood búði hjá hjúnunum Josefinu og Jóan Christian í tvey summur, meðan hann lærdi seg føroyskt talumál og skrivaði lærubók í føroyskum fyri útlendingar.
Frá frásøgn til bókmentaverk
Høvundurin leggur sær eina við at siga rætt frá. Hann greiðir frá, at tað eru tær munnligu frásagnirnar, sagnirnar og søgurnar, sum eru heimildir, hóast hann onkuntíð hevur biðið Anton Degn um skjalfestar upplýsingar.
At Hestsøga hevði sína búningartíð, sæst í, at Jóan Christian skrivaði um bygdarsøgulig evnir longu átjan ár frammanundan. Sum nevnt omanfyri, skrivaði hann í 1929 tríggjar greinar í Sóma og útbygdi tær seinni í Hestsøgu. Hann skrivaði harumframt í 1934 í Færøsk Kirketidende um sjósálmar og í 1937 um kirkjusøgu Hests. Tilgongdin frá munnligari frásøgn var stigvís gjøgnum handskrivað blað og prentað tíðarrit til prentaða bók.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...