16.08.2010
Skriva út

Frændafundur 7

Dagarnar 21. og 22. august halda Fróðskaparsetur Føroya og Háskóli Íslands í samstarvi við Norrøna húsið í Reykjavík vísindaráðstevnu, sum ber heitið Frændafundur 7.


Frændafundur

Frændafundur er ein tvørfaklig ráðstevna ímillum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands, sum rektaraavtala varð gjørd um í 1990. Samstarvið er skipað við nevnd í báðum londunum. Í føroysku nevndini sita Anfinnur Johansen, Malan Marnersdóttir, Jonhard Mikkelsen, Jóhan Hendrik W. Poulsen, Lena Reinert og Turið Sigurðardóttir (form.). Í íslendsku nevndini sita Dagný Kristjánsdóttir, Höskuldur Þráinsson, Ingi Sigurðsson (form.), Magnús Snædal, Pétur Knútsson og María Garðarsdóttir.

Fyrsta ráðstevnan av hesum slag varð hildin í Reykjavík í 1992. Ráðstevnurnar hava síðan verið hildnar triðja hvørt ár, aðruhvørja ferð í Reykjavík og Tórshavn. Henda ráðstevnan, sum er hin 7. í røðini, verður hildin í Reykjavík. Á ráðstevnuni, sum er opin og ókeypis, verða hildir 20 fyrilestrar. Bók verður útgivin frá hvørjari ráðstevnu.

Ein framhaldsráðstevna um føroyskt mál verður harumframt hildin mánadagin 23. august. Skráin fyri báðar ráðstevnurnar er henda:


Skrá

Leygardagur 21. august í fyrilestrasalinum í Þjóðminjasafni Íslands

Orðstýrari fyrrapartin: Höskuldur Þráinsson

Orðstýrari seinnapartin: Zakaris Svabo Hansen

9:00 Ástráður Eysteinsson, forseti fyri hugvísindamegindeild Háskóla Íslands, setir  
ráðstevnuna.

9:30 Unnur Dís Skaptadóttir: Íslendingar í Færeyjum

10:00 Ólöf Garðarsdóttir: Á faraldsfæti. Þáttur aðfluttra í vexti Seyðisfjarðar við lok
19. aldar.

10:30 Kaffisteðgur

11:00 Valgerður Jónsdóttir: Stokkur og spølaskjúrt

11:30 Jóan Pauli Joensen: Føroyskt matarhald og matmentan

12:00 Døgurðasteðgur – Føroyska sendistovan aog Norrøna húsið bjóða

13:00 Annfinnur í Skála: Føroyar í stríðsárunum

13:30 Ragnheiður Kristjánsdóttir: Íslenskt samfélag í heimsstyrjöld

14:00 Høgni Djurhuus: Hva er a fretta

14:30 Kaffisteðgur


15:00 Beinta í Jákupsstovu og Auður Styrkársdóttir: Samanburður á stöðu kvenna í stjórnmálum í Færeyjum og á Íslandi/ Samanburður millum stöðuna hjá kvinnum í politikki í Føroyum og Íslandi

15:30  Petur Zachariassen: Lutfalsval og valdømisleistar í Føroyum og Íslandi  
seinastu 100 árini

16:00  Firouz Gaini: Ein lýsing av gerandislívinum og vælferðini hjá íslendskum og
føroyskum skúlaungdómi síðan ár 2000

Sunnudagur 22. august í fyrilestrasalinum í Norrøna húsinum

Orðstýrari fyrrapartin: Turið Sigurðardóttir

Orðstýrari seinnapartin: María Garðarsdóttir

9:00 Bjarki M. Karlsson, Halldóra   Kristinsdóttir, Jón Símon Markússon, Kristín Lena Þorvaldsdóttir, Kristján Árnason, Sigrún Gunnarsdóttir: Um hljóðkerfislegan breytileika í færeysku

9:30 Jóhannes Gísli Jónsson og Krístín Þóra Pétursdóttir: Fallstjórn lýsingarorða
íslensku og færeysku

10:00  Þórhallur Eyþórsson: Færeyska tilraunaeldhúsið. Breytingar á fallmörkun í þolmynd

10:30 Kaffisteðgur

11:00  Hjalmar P. Petersen: Móttøku- og keldumálsvirkni

11:30  Yelena Sesselja Helgadóttir: Hildibrandskviða á færeyska vísu

12:00  Døgurðasteðgur

13:00 Guðmundur G. Kristmundsson: Samskipti Færeyinga og Íslendinga á sviði menntamála

13:30 Kristján Sveinsson: Samgöngur milli Færeyja og Íslands frá miðbiki 19. Aldar
til samtíma

14:00 Jens Pauli A. Nolsøe Handilsviðurskiftini millum Føroyar og Ísland

14:30   Kaffisteðgur

15:00 Ágústa Guðmundsdóttir, Bjarki Stefánsson, Hilmar Hilmarsson, Jón Bragi Bjarnason: Ensím úr færeyskum þorski í PENZIM?

15:30 Hans Andrias Sølvará: Gudfrøðistreymar og trúarligar vekingarrørslur í Føroyum og Íslandi

16:00 Ráðstevnan slitin

23. august í stovu 311 í Árnagarði

Framhaldsráðstevna: Málstova um tilbrigdi í føroyskum máli


Orðstýrari: fyrrapartin: Þórhallur Eyþórsson

Orðstýrarar seinnapartin: Jóhannes Gísli Jónsson og Höskuldur Þráinsson

9:00 Höskuldur Þráinsson: Tilbrigði í færeyskri setningagerð - yfirlit

9:30 Hjalmar P. Petersen: K8 databasan í Hamborg og føroyskt-danskt               
málamót

10:00 Kaffi

10:30 Zakaris S. Hansen: Føroyskir tekstagrunnar

11:00 Jóhannes Gísli Jónsson: Frtunmlagsfall og frumlagssætið í færeysku

11:30 Victoria Absalonsen: Nýtslan av afturbendum fornøvnum í føroyskum

12:00 Døgurðasteðgur

13:00 Þórhallur Eyþórsson: Tilbrigði í þolmynd í færeysku

13.30  Tania Strahan: Rannsóknir mínar á færeysku – yfirlit og framtíðaráform

14:00  Kristján Árnason: Færeyskar framburðarlendur. Getur RÁF orðið alvöru
rannsókn?

14:30 Kaffisteðgur

15:00 Sigríður Sigurjónsdóttir:„ Minnie sá at Jerry vaskaði sær“. Hvernig túlka
færeysk börn fornöfn í aukasetningum?

15.30  Ásgrímur Angantýsson Orðaröð í aukasetingum í færeysku