Frændafundur.jpg
10.05.2019
Setrið Føroyamálsdeildin Søgu- og samfelagsdeildin Til lesandi Fróðskapur
Skriva út

Frændafundur 9 er komin

Í august 2016 varð skipað fyri íslendsk-føroyskari ráðstevnu í Reykjavík, har m.a. føroyskir og íslendskir granskarar hildu fyrilestrar. Ritið við fyrilestrum frá ráðstevnuni er nú komið.

Seinastu nógvu árini hava Fróðskaparsetur Føroya og Háskóli Íslands triðja hvørt ár skipað fyri íslendsk-føroyskari ráðstevnu, aðruhvørja ferð í Føroyum og aðruhvørja ferð í Íslandi. Í august 2016 varð ráðstevnan hildin fyri 9. ferð, hesa ferð í Íslandi. Talan er um tvørvísindaliga ráðstevnu, har allar vísindagreinar kunnu verða umboðaðar.
Samstarvið millum universitetini er skipað í tøttum samstarvi millum tvær nevndir, eina føroyska og eina íslendska, sum m.a. skipa fyri Frændafundinum triðja hvørt ár.
Í útgávuni frá Frændafundi 9 eru 21 fyrilestrar - á føroyskum, íslendskum, norskum og enskum.
Höskuldur Þráinsson og Hans Andrias Sølvará, sum vóru formenn í nevndunum í 2016, hava ritstjórnað útgávuna, ið eisini er tøk á netinum. Niðast er leinki, har útgávan kann takast niður.

Hugvísindastofnun í Reykjavík gevur út.

Fyrilestrarhaldarar og fyrilestrar í útgávuni frá Frændafundi 9 eru hesir:

  • Malan Marnersdóttir: Náttúra í føroyskum yrkingum
  • Poul Vestergaard: Tróndur í Gøtu sum ímynd av Óðini. Mýtisk drøg í Føroyinga søgu
  • Snæbjörn Pálsson: Um uppruna tegunda á Íslandi. Áhrif loftslags og jarðfræði
  • Sigríður Sigurjónsdóttir og Eiríkur Rögnvaldsson: Íslenska á tölvuöld
  • Ingunn Hreinberg Indriðadóttir: Færsla þungs nafnliðar í íslensku og færeysku
  • Anne-Kari Skarðhamar: Naturkrefter i færøysk diktning
  • Þorvarður Árnason: Landslag. Þar sem náttúra og maður mætast
  • Guðrún Kvaran: Nöfn birtu og myrkurs, veðurs og hafs
  • Soffía Auður Birgisdóttir: Undrun, ótti og æði. Náttúruskynjun Þórbergs Þórðarsonar
  • Kristján Jóhann Jónsson: Skúli fógeti og Elvis Presley
  • Annika Christensen: Exploring Faroese and Icelandic relationships to nature in folktales. Kópakonan and Selshamurinn
  • Sæmundur E. Þorsteinsson og Karl S. Guðmundsson: Maður fyrir borð. Búnaður sem skynjar ef maður fellur fyrir borð á báti
  • Amalía Björnsdóttir og Ingvar Sigurgeirsson: Viðhorf færeyskra og íslenskra unglinga til heimanáms
  • Brynhildur Anna Ragnarsdóttir og Þórhildur Oddsdóttir: Hvordan udtrykker elever og lærere deres oplevelse af skandinaviske sprog i det vestnordiske klasseværelse?
  • Dagný Kristjánsdóttir: Melankólía eða svartagall á Norðurlöndum, einkum Íslandi og Færeyjum
  • Sigri M. Gaïni: Tur/Retur DK
  • Knút Háberg Eysturstein: Tónar av mannamunni. Um tað siðbundna í samtíðini
  • Solveig Hanusardóttir Olsen: Føroyska náttúran í list fyrr og nú
  • Tóta Árnadóttir: Kópakonan í nýggjari føroyskari myndlist og bókmentum
  • María Anna Garðarsdóttir: Ég finnst það. Um tilurð og þróun skynjenda-
    frumlaga í íslensku sem öðru máli
  • Margrét Jónsdóttir: Líkt og ólíkt. Sögnin kvíða í íslensku og færeysku

Komandi Frændafundur verður í Føroyum í august 2019.

Leinki til ritið Frændafundur 9