Fráfaringarløta fyri Hans Paula Joensen
Í sambandi við at Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini, fer frá fyri aldur, verður almenn fráfaringarløta í Kongshøll 22. juni klokkan 15:00
Hans Pauli Joensen byrjaði sum adjunktur á Náttúruvísindadeildini í 1982, har hann fimm ár seinni, í 1987, bleiv deildarleiðari. Nøkur ár seinni, í 1993, bleiv Hans Pauli lektari, og í 2012 tók hann við sum ovasti leiðari á Náttúruvísindadeildini sum dekanur. Hetta starv hevur hann røkt til nú. Eisini hevur Hans Pauli Joensen verið vararektari á Setrinum.
Nú Hans Pauli Joensen leggur frá sær eftir at hava virkað og givið Náttúruvísindadeildini gott íkast í ein mansaldur, vilja vit á Fróðskaparsetrinum takka honum og siga farvæl við eini almennari fráfaringarløtu í Kongshøll, har høvi verður at fáa eitt gott prát og okkurt gott ábit.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...