11_161207_1538_06-001.jpg
12.04.2019
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Frágreiðing um haruveiðuna í 2018

Nú alt er talt saman, kom samlaða talið av skotnum harum í 2018 upp á 5.136 harur. Hetta er gott 1.000 harur færri enn í 2017, tá 6.409 harur vórðu skotnar.

Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 749 harutúrum í 281 hagapørtum í 79 bygdum kring landið. Raskastir at skjóta harur í Føroyum í 2018 vóru teir, sum skutu í Kvíggjarhamarshaga í Saksun. Teir skutu 123 harur á 6 túrum.

Alt hetta kanst tú lesa um í frágreiðingini "Haruveiðan í Føroyum 2018 og søgan um rýpurnar, sum fyrr vóru í Føroyum", sum júst er útkomin.

Frágreiðingin, sum hesa ferð er 102 síður til longdar (pdf-fíla 12,3 MB), kann takast niður HER:

Í frágreiðingini eru eisini gomul veiðutøl fyri haruveiðuna í átta haruhøgum í Sandavági, árini 1970-1986.

Umframt ymiskt um haruna, er eisini tilfar, sum lýsir søguna hjá rýpunum, sum fyrr vóru í Føroyum, har Andrias Reinert sera hegnisliga greiðir frá royndunum, sum fyrr eru gjørdar, at seta rýpur út í Føroyum.