Frálæran á West Nordic Studies er øðrvísi og slóðbrótandi í mínari verð
Skriva út

Frálæran á West Nordic Studies er øðrvísi og slóðbrótandi í mínari verð

Tað sigur Luis Pellecer, ið er ein av studentunum á West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management. Ætlar tú tær eisini at lesa West Nordic Studies, so er umsóknarfreistin 9. mai


Luis Pellecer hevur bachelorprógv í stjórnmálafrøði frá Grand Valley State University í Michigan, har hann møtti føroysku unnustu síni.

Bergtikin av norðurlendsku samfeløgunum
Gongdin í arktiska økinum hevur havt við sær, at USA – eins og onnur máttmikil lond – hava fingið stóran áhuga fyri Norðurhøvum. Luis, sum hesa lestrarhálvuna er á universitetinum í Reykjavík, sigur, at tað var ikki tí, at West Nordic Studies fangaði hansara áhuga.

– Eg havi altíð sæð nakað stórt í norðurlendska samfelagsmodellinum, sum eg haldi átti at verið vegleiðandi fyri politikkin í USA. Tí var tað ein sera heppin tilvild fyri meg, at einasta útbúgvingin, sum verður útboðin á Setrinum á enskum, er júst um hesi samfeløg, sigur Luis.

Nú hann hevur lisið á West Nordic Studies í átta mánaðir, letur Luis Pellecer sera væl at.

Ikki ov seint hjá tær at søkja
Freistin at søkja um upptøku á West Nordic Studies, Governance and Sustainable Governance komandi lestrarár er nú mánadagin, t.e. 9. mai. Ætlar tú tær at søkja, so finnur tú umsóknarblað og vegleiðing her.