Framløga á starvsfólkadegnum hjá Fróðskaparsetrinum 18. november 2011.
Jógvan í Lon Jacobsen, Føroyamálsdeildin
22.11.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Framløga á starvsfólkadegnum hjá Fróðskaparsetrinum 18. november 2011.

Jógvan í Lon greiddi frá síni granskingarverkætlan "Álvaratos, who cares" og hugleiddi um nógvu avbjóðingarnar í tí at granska hugburð til málið.


Eg arbeiði sum málfrøðingur á Føroyamálsdeildini og fáist m. a. við samfelagsmálvísindi (sociolingvistikk). Eg skal siga nøkur fá orð um mína doktararitgerð, sum er um hugburð til ensk tøkuorð og føroyskar nýgerðir. Frá umleið ár 2000 og til 2008 arbeiddi eg við hesum evni, og doktararitgerðin, sum spurdist burturúr, eitur Álvaratos, who cares.

Ikki tykkum at siga, so er hugburður ein ógvuliga óítøkilig og ullint stødd. Tann yvirskipaði spurningurin er nøkulunda: hvør sigur hvat, nær og hví og hvør heldur hvat, nær og hví. Hetta eru veldiga stórir spurningar. Og skalt tú hava eitt svar, mást tú fara hagar, sum svarið er at finna (hetta kundi verið tikið frá Bubba Mortens). Tú mást út at gera feltarbeiði. Um eg vil kanna gerandisliga málnýtslu, má eg fara út at lurta, hvussu tey siga. Fyri at kunna lurta, má eg eygleiða, og eygleiðing er ein stórur trupulleiki, tí í tí løtu ein kennir teg eygleiddan, broytir viðkomandi atburð, og tað er sjálvandi ein trupulleiki, av tí at tú sum granskari vilt granska fólk, sum um tey ikki vórðu eygleidd. Hetta er tann sonevnda eygleiðaraandsøgnin.

Eygleiðaraandsøgnin er tí ein háttalagsligur veruleiki og ikki minst trupulleiki í øllum humanvísindum. Tað, sum um ræður, er at granskarin ger seg so ósjónligan sum til ber. Og tað gerst upp á ymsar mátar. Onkur hevur sagt, at hesin háttalagsligi trupulleiki er so stórur, at hann kann samanberast við at skula kanna eftir, um ljósið í køliskápinum lýsir, tá ið hurðin er aftur. So torføra helt hann eygleiðingina vera. Hvat gert tú tá? Opnar tú hurðina fyri at kanna um peran lýsir, tá ið hurðin er aftur, so fært tú ikki eitt eftirfarandi kanningarúrslit. Hetta er tann stóra háttalagsliga avbjóðingin. At kanna hugburð er ikki ólíkt hesum at opna køliskápið. Skalt tú kanna hugburð, mást tú fáa fatur á dátum um hugburð, og fyri at fáa fatur á dátum um hugburð, mást tú kanna, og fyri at kanna, mást tú gera kanningar, og tá er tað skjótt at hurðin til køliskápið verður opnað fyri at vita, um peran lýsir, tá ið hurðin er aftur. Hugburður er í roynd og veru ikki málvísindi, men málnýtsla er í stóran mun treytað av hugburði, ella vit kunnu siga, at hugburður treytar ein part málnýtsluna hjá tí einstaka. Tí er hugburður eisini eitt málsligt kanningarevni. Og eitt sera spennandi kanningarevni.

Hetta at arbeiða við máli í einum felagsligum samteksti, merkir ikki, at tú ikki hevur áhuga fyri máli sum bygnaði. Sjálvandi hevur tú tað, tí at bygnaðir hava eisini eina felagsliga dimensjón. Eg haldi, tað er spennandi at royna at seta mál inn í ein samfelagsligan samanhang. Har hendir so nógv, og setur tú málburð og málhugburð inn í ein samfelagsligan samtekst, fært tú innlit í  nakrar mekanismur, sum hava týdning fyri málnýtslu. Mál er ein partur av samfelagnum. Kunnu vit yvirhøvur hugsa okkum eitt livandi natúrligt mál, sum ikki verður brúkt í einum samfelag? Neyvan serliga trúligt. Tað kemur ikki óvart á meg, um onkur av tykkum, sum situr og lurtar, hugsar sum so: Hasin maðurin kann neyvan kalla seg fyri purist (hvat tað so er). Tit royna at avlesa mín hugburð ikki út frá hvat eg sigi, men hvussu eg siga. Og tað er heilt natúrligt. Tá ið eingir aðrir møguleikar eru, so kann mann brúka málið til at finna út av, hvørji virðir málbrúkarar hava. Tí vit hava brúk fyri hesi vitan.

Hetta og nógv nógv annað hoyrir til mítt granskingarøki. Sum tit kanska hoyra, so nerta samfelagsmálvísindi við aðrar greinar sum t.d. samfelagsfrøði, sálarfrøði, sosialpsykologi og sosialantropologi. Álvaratos, hvør brýggjar seg um hvat? Tað er mítt granskingarøki. Eg granski nútíðarmálnýtslu og royni at fáa eina størri sannkenning um, hvat føroyingar halda um føroyskt aftan á 1000 ára skiftið. Og tá kann tað henda uttan at vit vita av tí, at vit opna køliskápshurðina fyri at kanna, um peran lýsir, tá ið hurðin er aftur.