Framløga: Gengransking til persónslagað medisin
30. mars kl. 14 fer Kaja Wasik frá Variant Bio at hava framløgu í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn um fyrstu úrslitini frá granskingarsamstarvinum við FarGen
Framløgan kallast "Populatiónsgenetisk gransking nýtt til persónslagað medisin: Eitt samstarv millum FarGen og Variant Bio".
Nortið verður við øki sum populatiónsgenetikk, uppruna, ílegusamanseting og skyldskap millum føroyingar. Eisini fer hon at vísa á ábendingar um positiva selektión og geva innlit í ávís heilsuøki hjá føroyingum.
FarGen er staðsett undir Fólkaheilsustýrinum, sum er stovnur undir Heilsumálaráðnum. FarGen 2 er eitt samstarv millum Fólkaheilsustýrið, Københavns Universitet, Sjúkrahúsverkið, Ríkissjúkrahúsið og amerikansku fyritøkuna Variant Bio.
Variant Bio arbeiðir við at menna viðgerðir, sum kunnu bøta um alheims heilsuna við at granska ílegur hjá fólkabólkum, sum víkja frá, tá talan er um ávísar sjúkur.
- Vit stovnaðu Variant Bio, tí vit meta, at vitan liggur í humana genominum, sum kann broyta mátan, sum vit menna heilivág, sigur Kaja Wasik.
- Tað er umráðandi fyri okkum, at Variant Bio byggir á eitt etiskt grundarlag, og vit leggja dent á at arbeiða við virðing fyri privatlívi, trúgv, mentan og dátum hjá einstaka luttakaranum. Harumframt viðurkenna vit íkastið hjá luttakarunum við góðgerðartiltøkum, so sum at stuðla heilsuverkinum, burðardyggari menning, útbúgving, gransking ella førleikamenning í lokalsamfelagnum.
Omanfyri 1.300 føroyingar luttaka longu í FarGen. Fyrsta stigið hevur verið at heilgenom-sekventera ein lítlan part av luttakarunum, soleiðis at tey umboða ymsu økini í Føroyum. Hetta eru fyrstu heilgenomini, sum eru sekventerað í FarGen høpi, og tað vóru føroyskir granskarar, sum gjørdu hetta arbeiðið.
Eisini er tað ein føroysk lesandi á Københavns Universiteti, sum partvíst hevur gjørt framhaldandi kanningarnar av heilgenomunum, og hetta arbeiðið verður gjørt á "supertelduni" hjá Far-Gen.
Eitt sindur um Kaju Wasik, ph.d.
Kaja Wasik er ein av stovnarunum og vísindarligur leiðari fyri amerikansku fyritøkuni, Variant Bio. Variant Bio arbeiðir við at menna viðgerðir, sum kunnu bøta um heilsuna á alheims stigi við at granska ílegur hjá fólkabólkum, sum víkja frá, tá talan er um ávísar sjúkur.
Kaja hevur MA í politiskum vísindum og MSc í lívfrøði frá Warszawa Universiteti í Póllandi. Eisini er hon ph.d. í mýlskari lívfrøði frá Cold Spring Harbor Laboratory í USA. Eftir lokna ph.d. tók hon eina post-doc á New York Genome Center. Har stovnaði hon sína fyrstu fyritøku, Gencove, sum arbeiðir við low-pass-sekventering saman við cloud-grundaðum kanningum og imputing forritum sum eitt alternativ til genotypu array.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...