Skriva út

Framskrivað fíggjarleið røkkur ei

Bara tørvurin á meirjáttan til Náttúruvísindadeildina spreingir játtanaruppskotið til Fróðskaparsetrið í 2009.


Tað er gleðiligt at síggja, at framskrivaða fíggjarlógin raðfestir Fróðskaparsetrið frammarliga. Tað er greitt, at tað kostar at byggja upp eitt universitetsumhvørvi - ikki minst í náttúruvísindum og tøkni. Hinvegin er júst íløga í náttúruvísindaliga umhvørvið týðandi fyri eitt nú menning av nýggjum vinnumøguleikum, t.d. viðvíkjandi KT og nýggjum úrdráttum úr fiskatilfeinginum. Tað er ein góð samfelagslig íløga at seta pening av til gransking og hægri útbúgving í náttúruvísindum og tøkni.

Men tørvurin á meirjáttan til Náttúruvísindadeildina spreingir játtanaruppskotið til Fróðskaparsetrið í 2009.

Professarar vilja til Náttúruvísindadeildina
Fyri at menna eitt "rættiligt" universitet í Føroyum er neyðugt at fáa fleiri roynd vísindafólk at flyta til Føroya úr útheiminum. Nógv hava ivast í, um tað ber til. Nú eru professarar í durinum, og teir koma inn, um vit bjóða hóskandi karmar.

Fróðskaparsetrið hevur í løtuni umsóknir til leys størv á Náttúruvísindadeildini frá viðurkendum altjóða granskarum. Teir vilja flyta til Føroya, men fyri at játta at taka við størvunum tørvar teimum váttan um hóskandi granskingarumstøður. Tað er lætt at skilja, tí annars ber ikki til at granska.

Tað kostar
Fróðskaparsetrið hevur eina greiða ætlan fyri menning av nýggjum útbúgvingum og tilhoyrandi gransking á Náttúruvísindadeildini. Eitt nú varð lýst við trimum nýggjum útbúgvingum í summar. Sambært ætlanini fyri Náttúruvísindadeildina er økti tørvurin í 2009 upp á umleið 5 mió. kr. til nýggj størv og umleið 800.000 kr til serfrøðingar uttan fyri Fróðskaparsetrinum, sum skulu undirvísa í teirra sergreinum á nýggju útbúgvingunum.

Gransking í náttúruvísindum og tøkni krevja tól at granska við. Ein íløga upp á 7 mió. kr. kann geva gott grundarlag at fremja altjóða viðurkenda gransking og útbúgving í teimum evnum, ið Fróðskaparsetrið hevur raðfest í náttúruvísindum og tøkni.

Fróðskaparsetrið hevur framvegis tørv á fleiri hølum. Vaksandi universitetsvirksemi hevur við sær vaksandi tørv á plássi. Ein bílig og brúkilig fyribilsloysn er at brúka leistin við sonevndu "skúrunum", sum Tórshavnar kommuna hevur brúkt til skúlar sínar. Fyribilskanningar vísa, at ein fyribilsloysn fyri komandi 10-12 árini kann fáast fyri umleið 14 mió. kr.

Greiðan boðskap
Tað er týdningarmikið at fáa royndar granskarar at flyta til Føroya úr vælvirkandi granskingar-umhvørvum uttanlands. Tað ber til, men nakrar fortreytir mugu vera uppfyltar. Tað er týdningarmikið at hava ein greiðan politiskan boðskap um, at tað verður satsað uppá at menna universitetsumhvørvið í Føroyum. Mest avgerandi er, at politiska skipanin letur játtan til vísindafólk og til granskingar- og útbúgvingarkarmar í ein slíkan mun, at eitt vælvirkandi umhvørvi fæst at virka innan ikki so langa tíð. Annars er vandi fyri, at granskararnir skjótt rýma burtur aftur. Vónandi verður politiska signalið enn greiðari í fyrstu fíggjarlógini hjá ABC-samgonguni.