Framúrskarandi poddur um meslingarnar í 1846
Guðrið Poulsen frá Tjóðskjalasavninum og Jónfinn Stenberg, fotografur og ljóðmaður hava gjørt ein stuttan podd um meslingafarsóttina, sum gekk í Føroyum í 1846. Hann eiga tit at geva gætur
Vit hava nú fingið eina skjóta og dramatiseraða gjøgnumgongd av meslingafarsóttini, sum rakti Føroyar í 1846.
Danski læknin Peter Panum, sum var í Føroyum undir farsóttini, staðfesti frá royndum, at meslingarnir smittaðu frá persóni til persón, og at teir høvdu eina ávísa inkubatiónstíð.
Henda staðfestingin gjørdi Panum til undangongufólk í farsóttarfrøði í heiminum.
Poddurin hjá Guðrið og Jónfinni er gjørd í sambandi við vísindavøkuna í ár, og sjálv skriva tey soleiðis um verkætlanina:
Tjóðskjalasavnið: Av tí at eingi tiltøk eru á svalanum í Sjóvinnuhúsinum í ár, hava vit valt at koma við einum talgildum íkasti, har mann lættliga kann halda allar koronuásetingar.
Samsvarandi við ársins evni hava vit gjørt eitt lítið poddvarp, har vit í stuttum lýsa og dramatisera eina hending í Føroya søgu.
Í poddvarpinum hava vit eina skjóta gjøgnumgongd av meslingafarsóttini, sum rakti Føroyar í 1846. Nógv av smittuverjandi tiltøkunum, sum vit hava í dag, vóru eisini brúkt tá.
Meslingarnir komu við einum ferðafólki til Føroya tann 29. mars 1846 og spreiddu seg um alt Føroya land. Danski læknin Peter Panum, ið var í Føroyum undir farsóttini, staðfesti út frá sínum royndum, at meslingarnir smittaðu frá persóni til persón og høvdu eina ávísa inkubatiónstíð.
Henda staðfestingin gjørdi hann til ein av undangongumonnunum innan farsóttarfrøði í heiminum.
Lurtið eftir spennandi poddinum her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...