Framvegis andevni eitt ár eftir koronusjúku
Fólk, sum hava haft COVID-19 fyri ári síðan, hava framvegis andevni í sær, vísa nýggj føroysk granskingarúrslit, sum nú verða almannakunngjørd altjóða
Heilt nýggj føroysk úrslit vísa, at tey, sum høvdu koronusjúku í fyrstu bylgju, framvegis hava andevni 12 mánaðir seinni.
Úrslitini vísa, at andevnismongdin (IgG) minkar mest teir fyrstu sjey mánaðirnar, fyri síðani at verða meira støðug fram til 12 mánaðir.
Nú er meira enn eitt ár liðið, síðani Føroyar hevði sín fyrsta tilburð av COVID-19.
Heilt frá byrjan hevur føroyskt granskaratoymi við umboði frá Fróðskaparsetrinum fylgt teimum, sum hava haft koronu, m.a. við at kanna, um tey hava andevni. Tey flestu hava latið tríggjar blóðroyndir, ávikavist 3., 7. og 12. mánaðin (fyrsta bylgja) og 1., 3. og 7. mánaðin eftir sjúku (seinni bylgjur).
Hesi úrslitini eru heilt nýggj, eisini í altjóða høpi, tí enn hava vit ikki sæð aðrar kanningar um andevni eitt heilt ár eftir sjúku.
Tey føroysku granskingarúrslitini eru nú send til altjóða tíðarrit at almannakunngera.
- Vit rokna við, at hesi fólk, sum hava haft koronusmittuna, framvegis eru vard móti endursmittu, men hvussu sterk, verjan er, ber illa til at siga longu nú, sigur Maria Skaalum Petersen, granskari.
Verkætlanin er samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landssjúkrahúsið, Ílegusavnið, Landslæknan og Fróðskaparsetur Føroya. Hon er fíggjað av Felagnum Nótaskip og Sp/f Krúnborg og Borgartún, meðan innsavnan av blóðroyndum er fíggjað av tí serliga COVID-19 átakinum
hjá Granskingarráðnum og Novo Nordisk Fonden.
Andevniskanningarnar eru gjørdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og á Ríkissjúkrahúsinum.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...