Framvegis stórur áhugi fyri útbúgvingunum á Føroya læraraskúla
Læraraskúlin/Janus Jensen
17.08.2011
Námsvísindadeildin
Skriva út

Framvegis stórur áhugi fyri útbúgvingunum á Føroya læraraskúla

Seinastu árini hevur áhugin millum lesandi at gerast námsfrøðingur ella lærari verið stórur, og lestrarárið 2011 – 2012 er einki undantak í so máta.


Mánadagin 15. august byrjaðu 74 í 1. árgangi á Læraraskúlanum, 38 námsfrøðingar og 36 lærarar.

Fyrsta lestrarvikan er innleiðsluvika. Hesar dagarnar verða tey lesandi kunnað um ymisk viðurskifti, bæði viðvíkjandi sjálvari útbúgvingini og skúlanum annars. Ein partur av innleiðsluvikuni er skipaður sum seturskúli, har tey fáa høvi til at vera saman og læra hvønn annan at kenna.