Fremmandamál.jpg
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sett eina nevnd at heildarviðgera støðuna við fremmandamáli í skúlaverkinum
Brynhild Thomsen
27.01.2021
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Fremmandamál á skránna

Nú skal støða takast til, hvønn leiklut fremmandamál skulu hava í føroysku skúlaskipanini. Nýggj nevnd skal lata landsstýrismanninum tilmæli 12. apríl, og Setrið hevur umboð í nevndini

Javnan kyknar kjak um støðuna hjá fremmandamálum í skúlunum í Føroyum.

Málframa Elin Henriksen, sum í dag kanska er mest kend frá útvarpssendingini, Málteigurin, skrivaði í tíðargrein í Sosialinum, at við alheimsgerðini fylgir ein alsamt vaksandi tørvur á at duga frammandamál.

Hon skrivar, at í Føroyum - eins og aðrastaðni – er støðan hjá enskum styrkt.

- Men samstundis er støðan hjá hinum málunum viknað. Áhugin fyri týskum er nógv minkaður, og eftir at danskt er vorðið valgrein á miðnámsskúlunum, er vandi fyri, at tað ikki longur verður lært líka væl í fólkaskúlanum. Tað ber í sær, at kunnleikin til norskt og svenskt minkar samsvarandi, skrivar Elin Henriksen, hvørs høvuðsstarv er at rættlesa og týða úr donskum, norskum, svenskum og týskum.

Maria Heradóttir, ritstjóri á Námi og MA í týskum og enskum, hevur eisini tíðum havt svinnandi kunnleikan til fremmandamál á lofti alment. Hon skrivar m.a. soleiðis í tíðargrein í Dimmalætting:

- Týdningurin av at menna millummentanarligar førleikar hevur ongantíð verið so stórur sum nú. Tí er tað ein mótsøgn, at øll fremmandamál undantikið enskt eru fyri so stórari afturgongd í skúlunum í Føroyum sum nú, tá mest sjálvsagda leiðin til hesar førleikar gongur ígjøgnum fremmandamálini. Her má vend koma í sum skjótast, skrivar hon.

Á sumri 2019 var ein nevnd av málkønum liðug við eitt tilmæli til landsstýrið um eina framtíðarætlan fyri fremmandamál í føroyska undirvísingarverkinum. Nevndin er greið, tá tað um týskt ræður:

"Triðja málið í fólkaskúlanum eftir føroyskt eigur at vera týskt", skrivar nevndin. "Tað skal vera krav, at næmingar hava prógv í týskum í fólkaskúlanum fyri at sleppa inn á hugbreyt og búskaparbreyt, har fremmandamál hava sín eyðsædda leiklut," leggur hon aftrat.

Men týskt varð strikað sum upptøkukrav til gymnasialu breytaskipanina, og mangir næmingar á hádeild í fólkaskúlanum valdu týskt frá, nú tað ikki longur var kravd lærugrein. Málkjakið kyknaði so av álvara aftur, og Maria Heradóttir tók stig til at savna undirskriftir til frama fyri týskt í fólkaskúlanum, og ein bólkur varð stovnaður á facebook, "Fremmandamál í skúlaverkinum", sum í skrivandi stund hevur 1.100 limir.

Støðan nú er tann, at týskt verður aftur kravd fólkaskúlalærugrein, men bara á hugbreyt á miðnámi og ikki fyrr enn 2023. Hetta seinasta fyri ikki at gera seg inn á teir fólkaskúlanæmingar, sum hava frávalt týskt, men sum kortini høvdu ætlað sær hugbreytina.

Og nú hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður so gjørt av, at alt økið við fremmandamáli í skúlaverkinum í Føroyum skal heildarviðgerast.

Jenis av Rana hevur tí sett ein arbeiðsbólk at gera uppskot til ítøkiligar tillagingar í bæði fólkaskúla og á miðnámi, sum skulu styrkja støðuna hjá fremmandamálum í skúlaverkinum í Føroyum.

Arbeiðsbólkurin skal eisini bera so í bandi, at aðrir áhugapartar verða hoyrdir, áðrenn endaligt tilmæli verður latið landsstýrismanninum 12. apríl 2021.

Bólkurin, sum hevði sín fyrsta fund við Mentamálaráðið týsdagin í síðstu viku, er mannaður soleiðis:

Hanna Ziskason Hansen, forkvinna (Uttanríkis- og Mentamálaráðið).

Sólvá Jónsdóttir, skrivari (Nám).

Mortan Zachariassen (Undirvísingarstýrið).

Tórhallur við Gil (Føroya Lærarafelag).

Hanna Jensen (Yrkisfelagið Miðnám).

Kalpana Vijayavarathan (Fróðskaparsetur Føroya).