Frítíðarskúli vitjaði Náttúruvísindadeildina
Elly Ejdesgaard, Náttúruvísindadeildin
27.01.2012
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Frítíðarskúli vitjaði Náttúruvísindadeildina

Týsdagin 24. januar vitjaðu nøkur børn úr Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt, Náttúruvísindadeildina


Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur greiddi teimum frá um mannakroppin. Tey hoyrdu eitt sindur um, bein, vøddar, brøsk, livur, hjartað o.a. Eisini fingu tey møguleika at seta spurningar.

Á laboratoriinum var nógv spennandi at síggja. Marjun í Túni Mortensen, laborantur, vísti teimum ymiskar fagrar litir o.a.

Eisini fingu tey møguleika at síggja deyðar rottur, mýs, firvaldar, klukkur o.a.

Sjóneykuna sluppu tey eisini at hyggja í.

Knud Simonsen, havfrøðingur, vísti teimum eina vatnrennu, sum verður brúkt í undirvísingini í havfrøði.

Ein spennandi dagur fyri børnini úr frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt.

______________________________