Fróðarfólkaframløgur
Á mentanarnáttini hevur Setrið framløgur um fleiri áhugaverd evni: Um diabetes og fótbólt, grind sum vinnuveg, lestrar- og yrkisval í útjaðaranum og fleiri onnur
Erla Olsen, Námsvísindadeildin: “Kongaríki í samstarvsloysi”. Erla er lívfrøðingur og starvast á Námsvísindadeildini. Akademiski heimurin er merktur av, at fólk gyrða seg inni í ‘kongaríkjum’, t.d. sum lívfrøðingur innan plantufrøði ella djórafrøði, og hava ilt við at samstarva við onnur, viðkomandi fakøki. Kanning, sum Erla hevur gjørt, vísir, at hetta sama er galdandi fyri lærarar í føroyskum fólkaskúlum.
Bárður A. Niclasen, Náttúruvísindadeildin: “Útbúgvingar innan orku á Setrinum”. Bárður er útbúgvingarleiðari fyri orkuútbúgvingunum á Setrinum. Setrið hevur ikki færri enn trý útbúgvingartilboð á økinum: Orkuverkfrøði, orkuvísindi, og samansettu útbúgvingina orkuvísindi og støddfrøði. Greitt verður frá innihaldi, upptøkukrøvum og lestrar- og yrkismøguleikum.
Jóhannis Danielsen, Náttúrvísindadeildin: “Hvar fer føroyski sjófuglurin um veturin?”. Jóhannis er lívfrøðingur við fuglafrøði sum serøki, og hann fer at greiða frá kanningum viðvíkjandi ferðing hjá sjófugli. Seinastu árini hava tøknilig frambrot gjørt tað møguligt at gera nýggjar kanningar eins og kanningar, ið nú kunnu gerast betur enn áður. Jóhannis greiðir frá, hvat kanningarnar vísa, eitt nú á heimskorti.
Tóta Árnadóttir, Føroyamálsdeildin: "Siðaarvur á Setrinum – ábyrgd og avbjóðing". Tóta er adjunktur í skaldskapi av manna munni og fer at tosa um hugtakið ‘siðaarv’ í UNESCO-høpi, um hvønn leiklut Føroyamálsdeildin hevur havt søguliga í mun til føroyskan siðaarv. Eisini fer hon at kunna um sína egnu ph.d.-verkætlan “Mentanarflutningur millum ættarlið - Føroysk kvæðamentan í nútímans føroyska samfelagnum”.
Rosie Alexander, University of the Higlands and Islands: "Career development in island communities – an Orkney and Shetland perspective". Rosie hevur serligan áhuga fyri lestrar- og yrkisleiðini hjá ungdómum úr útjaðarasamfeløgum. Hon hevur í fleiri ár fylgt lívsleiðini hjá 23 fólkum úr Hetlandi og Orkneyoyggjum. Serliga hevur hon lagt seg eftir at staðfesta tey viðurskifti, sum hava týdning fyri tey val, ið hesi fólkini hava tikið, tá ið tað kemur til lestur og yrki.
Amanda Gratton Vang (á enskum), Sjúkrarøktarfrøðideildin: "Closing the door on Colitis Ulcerosa" (bruni í langanum/tjúkktarminum). Viðgerðin fyri bruna í langanum er ikki nøktandi, eitt nú tí at virknaðurin av heiliváginum í mongum førum er viknandi. Amanda greiðir frá einari nýggjari tilgongd til viðgerðina, ið m.a. miðar eftir at gera ein heilivág, ið ‘steingir dyrnar’ fyri brunanum, so hann kann viðgerast áðrenn hann kemur úr blóðrenslinum og at garnunum.
Erling Isholm, Søgu- og samfelagsdeildin: “Grind sum vinnuvegur”. Grindadrápið, sum vit kenna tað er aldargamalt, og hevur givið føroyingum tvøst og spik til matna. Ella er tað nú so? Erling, sum er søgufrøðingur, setur spurningin, um føroyingar ikki upprunaliga drópu grind fyri at fáa lýsi til útflutnings, meðan tað ikki er fyrrenn seinni, at grind verður dripin fyri at fáa tvøst og seinni eisini spik til matna.
May–Britt Skoradal, Sjúkrarøktarfrøðideildin: "Hvønn týdning hevur fótbóltur fyri heilsustøðuna hjá fólki við prediabetes?". Hvat hendir, um tú hevur tveir bólkar av fólkum, har øll hava fingið staðfest prediabetes, og tú letur annan bólkin spæla fótbólt regluliga og hin ikki? Sæst nakar munur á tølunum (blóðsukur, miðjumát o.s.fr.) hjá teimum, sum spældu fótbólt, og teimum, sum ikki gjørdu tað? Og hevur tað nakran týdning fyri diabetes-virðini? May-Britt leggur fram úrslit av slíkari kanning.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...