Annika Sølvará
01.10.2007
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Fróðskaparrit 53 komið

Fróðskaparrit 53 er komið út, nú sum fyrsta ritútgáva frá Fróðskapur – Faroe University Press. Dorete Bloch, ritstjóri. Tórshavn 2005, 164 síður. Kr. 200.00 - ISBN: 99918-41-03-2.


Fróðskaparrit 53 er komið út, nú sum fyrsta ritútgáva frá Fróðskapur – Faroe University Press. 

Fróðskaparrit inniheldur vísindaligar greinir, ið á ein ella annan hátt viðgera føroysk viðurskifti. Bók 53 er 164 síður og inniheldur 8 greinir; 4 innan hugvísind og 4 um náttúruna, og er hetta 13. ritið í røðini, sum Dorete Bloch hevur ritstjórnað.

W.B. Lockwood er enskur málfrøðingur, ið síðani 1961 hevur skrivað fyrst og fremst um føroysk fuglanøvn, men í 1995 eisini um føroysk hvalanøvn. Nú hevur hann eina stutta grein um orðið “grind”, og tá Lockwood nú er vorðin 88 ár, skrivaði hann, at hetta kanska fór at verða hansara svanasangur.

Hjalmar P. Petersen hevur aftur skrivað um føroyska málið, í hesi bók um “r” sum í Frænda.

Sum partur av doktararitgerðini hjá Bergur Rønne Moberg kemur greinin Den stækkede Eros – En analyse af novellen Dilettanterne af William Heinesen. Bergur Rønne Moberg vardi ritgerðina í mars 2004 á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.

Ingvar Svanberg hevur skrivað fleiri fólkalívsfrøðiligarar greinir í Fróðskaparrit, mest um ymiskt, ið hevur verið brúkt til matna. Hesa ferð hevur hann saman við Sigurður Ægisson skrivað eina grein um havgásina, ið er bæði málfrøðilig og fólkalívsfrøðilig. Ein mynd úr hesi grein prýðir permuna á Fróðskaparrit 53.

Høgni H. Debes er doktaralesandi á Fiskirannsóknarstovuni, og hevur hann til tess saman við Benni Winding Hansen og Per Juel Hansen skrivað eina grein um æti á landgrunninum The relative importance of protozooplankton and copepods as grazers on phytoplankton during a spring bloom on the Faroe Shelf.

Í tíðarskeiðnum 1952-1965 merkti Fiskirannsóknarstovan tosk. Hetta tilfar verður nú almannakungjørt í greinini Migration of cod (Gadus morhua): Tagging experiments at the Faroes 1952-1965, ið fyrrverandi stjórin á Fiskirannsóknarstovuni Jákup Sverri Joensen hevur skrivað saman við Petur Steingrund, Arnold Henriksen og Rógva Mouritsen.

Í 2002 kom ein fluga, ið stingur illa, til fjósini á Velbastað. Í greinini The stable fly (Stomoxys calcitrans)(Diptera: Muscidae) recorded from the Faroes siga Søren Achim Nielsen og Dorete Bloch frá hesi flugu og øðrum skordjórum, ið liva í fjósum.

Eins og í Fróðskaparritum frammanundan verða tey nevnd, ið hava fingið doktaraheiti í 2004 (Nýtt innan vísindi í 2004). Eisini er yvirlit yvir tað, sum granskarar innan- og uttanlanda hava útint av vísindaligum avrikum av ymsum handa slag um føroysk viðurskifti í 2004 (Vísindaritverk 2004).

Í leysasølu kostar ritið 270 kr. Haldaragjaldið er 175 kr. + postgjald. Nýggir haldarar kunnu tekna seg hjá: Faroe University Press, Postrúm 209, 110 Tórshavn, tel. 352500, ella við telduposti: frodskapur@setur.fo