26.11.2008
Skriva út

Fróðskaparrit 56 komið

Bók nr. 56 í røðini av vísindaliga tíðarritinum Fróðskaparrit er komin. Í ritinum, sum telur 194 síður, eru 9 greinar, sjey hugvísindaligar og tvær náttúruvísindaligar greinar. Í leysasølu kostar ritið 270 kr.


Povl Skårup hevur hesaferð skrivað um Christen Djurhuus’ færøske præstetal (1759), ið siga frá prestum í teimum sjey prestugjøldunum við støði í tilfari hjá rektaranum við latínskúlan í Havn. Eisini inniheldur greinin nakrar prestavísur.

Aftur í ár hevur Majbritt Pauladóttir eina grein, ið nevnist Skiftismæli í føroyskum? Hetta er forvitnislig grein, ið byggir á master-útbúgving hennara.

Hjalmar P. Pedersen hevur skrivað fleiri nýskapandi ástøðiligar greinar um mál í Fróðskaparrit, og hesaferð snýr greinin seg um Lánistigan og danskt í føroyskum.

Í bók 56 hevur Eivind Weyhe tvær greinar, ið umrøða staðarnøvn. Hvat er rætta navnið: Akrar ella Agrar? Og Skúvanes, Skúvisnøs, Nøsin ella Vesturi í Nøs?

Pappírsbátur í ringum sjógvi er áhugaverd grein, ið Bergur Rønne Moberg hevur skrivað um heterotopia í skaldsøguni Barbara hjá Jørgen-Frantz Jacobsen.

Trý kvæði eftir Jens Hendrik Djurhuus verða greinað av Maluni Marnersdóttir. Talan er um kvæðini: ”Eirikur og Rollur”, ”Rodmunds kvæði” og Gøtuskeggjar”, ið verða  lýst í einum søguligum ljósi.

Ein verkætlan um kombikk varð gjørd árini 2002-04, og í hesum sambandi kemur greinin Sníkar í føroyskum kombikki, Gasterosteus aculeatus L, ið Dánjal Petur Højgaard, Petur Steingrund and Glenn Bristow hava skrivað.

Náttúrugripasavnið hevur kannað Útnyrðingseysturoy í sambandi við Eiði-2-ætlanini hjá SEV. Greinin Útbreiðsla av svartaklukkum (Coleoptera, Carabidae) í Útnyrðingseysturoy og hvussu ávirkast hon av avveiting, skrivað av William Simonsen, Anna Maria Fossaa, Erla Olsen og Jana Mikkelsen, er eitt úrslit av hesum arbeiði.

Eins og í Fróðskaparritum frammanundan verða tey nevnd, ið hava fingið doktaraheiti í 2007 (Nýtt innan vísindi í 2007). Eisini er yvirlit yvir tað, sum granskarar innan- og uttanlands hava útint av vísindaligum avrikum av ymsum slag um føroysk viðurskifti í 2007 (Vísindaritverk 2007).

Fróðskaparrit hevur síðan 2006 havt Firouz Gaini sum ritstjóra saman við Dorete Bloch, ið hevur ritstjórnað síðan 1994. Firouz Gaini tekur sær av hugvísindum og Dorete Bloch av náttúruvísindum.