11.01.2010
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Fróðskaparrit 57 komið

Fróðskaparrit, okkara vísindaliga tíðarrit, kom sum vanligt út til jóla. Tíðarritið nr. 57 telur 212 síður og rúmar 15 greinar. Ritið inniheldur seks hugvísindaligar og níggju náttúruvísindaligar greinar. Í leysaølu kostar ritið 270 kr.


Povl Skårup hevur skrivað grein við heitinum Dicuil um Føroyar. Hann samanber latínska upprunatekstin í Liber de Mensura Orbis Terrae við eina enska týðing, serliga ein setning, sum hevur verið brúktur sum ábending um, at Dicuil ikki skrivar um Føroyar, men um Hetland. Út frá málsligari gransking av tekstinum afturvísir Povl Skårup tilgitingar um, at teksturin hjá Dicuil ikki snýr seg um Føroyar.

Aage Jørgensen hevur fyrr (Fróðskaparrit 50. bók, 2002) skrivað ískoyti til sína bókmentaskrá um William Heinesen. Í hesum ritinum verður hetta ískoyti dagført, og harumframt eru ískoyti til bókmentir um Jens Paula Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen.

Helgoland og Norðurhavsoyggjar er grein eftir Zakarias Wang. Hann viðger samráðingarnar í Kiel, sum endaðu við friðarsáttmálanum í 1814, og har eitt av úrslitunum var, at Svøríki fekk Noreg frá Danmark, men ikki Grønland, Ísland og Føroyar. Hann vil verða við, at tað kann hava verið bretska kravið um Helgoland, sum gjørdi, at sáttmálin varð broyttur í evstu stund soleiðis, at svenski kongurin slepti kravinum um norsku oyggjarnar í Norðurhøvum.

Majbritt Pauladóttir hevur grein, ið nevnist Kyn og málsligur hugburður til føroyska dagliga talaða frábrigdið – nakrar ábendingar. Greinin byggir m.a. á eina minni kanning frá 2009 um munir í orðavali og málbúna hjá monnum og kvinnum. Hon er komin eftir, at týðiligir munir eru, og greiningar verða gjørdar út frá samfelags-málfrøðiligum ástøði.

Firouz Gaini nevnir grein sína Dreymar um bilar á oyggjum. Hon er um ungdóm, bilar, mentanarlig virði og samleika og er eitt íkast til at skilja leiklutin, sum bilurin hevur millum ung. Við at lýsa meiningar, virði og symbol, ið ung geva bilum og bilkoyring, vil høvdundurin geva nýggja mynd av einum evni, ið hevur verið eyðkent av samfelagsligari fordøming av ungdómsins hugburði og atferð.

Ein onnur grein, sum eisini viðger kyn, er greinin hjá Kirsten Brix Menningarástøði og hugmyndafrøði, við undirheitinum “Brotmynd í 4 pørtum um vald og kyn ið støði í bókmentaligari viðgerð”. Charles Darwins menningarástøði elvdi í samtíðini til mótstøðu frá bæði vísindaligari og átrúnaðarligari síðu. Innan fyri náttúruvísindi er menningarástøði viðurkent, men hugmyndafrøðiliga heldur stríðið fram. Kirsten Brix tekur fram 3 (eldri) bókmentaligar tekstir, sum viðgera ymisk brigdi í tí hugmyndafrøðiliga stríðnum, og vísir á dømi um, at stríðið er ikki av enn. 

Til eina PhD verkætlan hoyrir greinin um ynglaatburð hjá havhestum: Jóhannis Danielsen og Sven-Axel Bengtson. Year-round video surveillance of individual nest-site attendance of Northern Fulmars (Fulmarus glacialis) in the Faroe Islands.

Náttúrugripasavnið kannaðí Útnyrðingseysturoy í sambandi við Eiði-2-ætlanina hjá SEV. Eitt  nýtt klukkuslag varð tá funnið og er tað greitt frá í greinini Agonum fuliginosum (Panzer, 1809). A New Record from the Faroe Islands, skrivað av William Simonsen.

Eitt nýtt klukkuslag afturat er funnið, men helst snýr tað seg um, at djórið fyrr hevur verið ranggreint, sí: Janus Hansen og Garth N. Foster. Elodes psedominuta (Coleoptera: Scirtidae) in the Faroe Islands.

Greinin: Marcela Skuhravá og Václav Skuhrav. Plant galls and gall midges (Diptera: Cecidomyiidae) of the Faroe Islands in the Atlantic Ocean snýr seg um djór, ið gera plantuvølir á trøum og runnum.

Ein grein er um elstu røktarplantur okkara: Hans Guldager og Anna Maria Fosaa. Færøernes ældste kulturplanter.

Fólk frá Havlívfrøðistovninum í Kaldbak hava skrivað tvær greinar: Jan Sørensen og Galena-Vantsetti Vasiljevna Murina. The Occurrence of two species of the family Priapulidae in Faroese Waters. Hendan grein viðger tilfar frá BioFar verkætlanini.

Greinin: Jan Sørensen, Jákup K. Bærentsen, Jógvan F. Hansen, Ámund Nolsø og Birna V. Trygvadóttir. Organic content, Zink and Copper concentrations, pH and Redox potential values from sediments in Faroese fjords er liður í kanningararbeiðnum av føroysku firðunum.

Gjøgnum nógv ár eru gráspurvar blivnir ringmerktir, og eru úrslitini viðgjørd í: Eyðfinn Magnusen og Jens-Kjeld Jensen. Ringing recoveries of house sparrow (Passer domesticus) in the Faroe Islands.

Seinasta greinin: Dorete Bloch og Bjarni Mikkelsen. Catch history and distribution of White-sided dolphin (Lagenorhynchus acutus) in the Faroe Islands viðger hagtølini um springarnar.

Eins og í Fróðskaparritum frammanundan verða tey nevnd, ið hava fingið doktaraheiti í 2008 (Nýtt innan vísindi í 2008). Eisini er yvirlit yvir tað, sum granskarar innan- og uttanlands hava útint av vísindaligum avrikum av ymsum slag um føroysk viðurskifti í 2008 (Vísindaritverk 2008).

Fróðskaparrit verður útgivið av forlagnum Fróðskapi, Faroe University Press. Fróðskaparrit hevur Elin Súsanna Jacobsen og Dorete Bloch sum ritstjórar. Elin Súsanna Jacobsen tekur sær av hugvísindum og Dorete Bloch av náttúruvísindum.