Fróðskaparrit 65-66 almannakunngjørt
Í dag eru fyrstu 9 greinarnar í Fróðskaparritum 65-66 2019 almannakunngjørdar. Tær liggja á heimasíðuni fsj.um.fo og kunnu lesast uttan hald.
Tað eru fýra greinar um mál, av hesum eigur Eivind Weyhe tríggjar, sum eru um ymisk staðarnøvn og um orðini eisini, hissini og kortini. Ásgrímur Angantýsson hevur eina longri grein við málsligum samanberingum millum íslendskt og føroyskt.
Tvær greinar eru um samfelagsvísindi. Firouz Gaini hevur grein um maskulinitetsval hjá ungum kalaallit monnum og Beinta í Jákupsstovu skrivar um trý sløg av hugburði til kommunur
Tríggjar greinar eru á náttúrvísindaliga økinum. Jens-Kjeld Jensen hevur eina grein við gjøllari lýsing av fuglasnaruni og hvussu hon hevur verið brúkt í Føroyum. Leivur Janus Hansen og Jens-Kjeld Jensen hava skrivað grein um Súgkjaftar (Insecta: Hemiptera) í Føroyum. Hjørdis Haraldsdóttir Jensen og Bjørg Mikkelsen hava grein um mátingar av karnitini í tvøsti og lambskjøti.
Fleiri greinar eru á føroyskum, meðan nakrar eru á enskum og ein á donskum.
Nakrar greinar afturat eru ávegis til hetta ritið.
Gongd á ritið eftir drúgvan steðg
Tað hevur verið stígur í arbeiðinum við Fróðskaparritum í eina tíð, orsakað av vantandi arbeiðsorku. Ein nýggj ritstjórn fór til verka seinasta summar og hevur nú skipað arbeiðið av nýggjum. Stuðulsritstjórnin, sum hevur verið ritstjórnini til handar síðani 1996, er niðurløgd.
Í ritstjórnini eru nú
Firouz Gaini
Eyðfinn Magnussen
Malan Marnersdóttir
Magni Mohr
Hans Andrias Sølvará
Kalpana Vijayavarathan
Annika Sølvará og Helgi Jacobsen samskipa arbeiðið.
Ætlanin er at fáa rit nr. 65-66 2019 prentað í vár og síðani rit 67 2020 í november.
Hevur tú eina grein til Fróðskaparrit ella hevur tú spurningar í sambandi við ritið, kanst tú skriva til ritstjórnina á frodskaparrit@setur.fo ella umvegis boðklivan á Facebook.
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...