2019-06-28 15.24.59.jpg
Fróðskapur
01.07.2019
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin Fróðskapur
Skriva út

Fróðskaparrit fingið nýggja ritstjórn

Vísindaliga tíðarritið Fróðskaparrit hevur fingið fleiri nýggjar limir í ritstjórnina. Nýggju limirnir eru Eyðfinn Magnussen, Firouz Gaini, Kalpana Vijayavarathan og Malan Marnersdóttir. Frammanundan vóru Hans Andrias Sølvará og Magni Mohr í ritstjórnini. Allar deildir Setursins eru umboðar í ritstjórnini.

Erla Olsen, sum hevur verið høvuðsritstjóri síðani Dorete Bloch legði frá sær í 2015, valdi herfyri at taka seg úr ritstjórnini vegna aðrar uppgávur.

Nýggja ritstjórin, sum nú telur 6 limir, hittist á fyrsta fundi 28. juni saman við Helga Jacobsen, journalisti, sum hevur átikið sær at verið samskipari.

Ætlanin er at fáa Fróðskaparrit í eina fastari legu. Rit 65, sum átti at komið í 2018, skal koma út tíðliga í heyst. Eisini verður miðað eftir at fáa rit 66 út í 2019. Greinar verða eftir ætlan lagdar á heimasíðuna fsj.um.fo so hvørt tær eru góðkendar.

Onkrar broytingar fara væntandi at vera gjørdar í mun til krøv til greinar og til mannagongdir. Kunning um hetta kemur á heimasíðuni setur.fo/frodskapur í næstum.

Greinar til Fróðskaparrit og fyrispurningar um ritið kunnu sendast til frodskapur@setur.fo

Á myndini frá vinstru: Eyðfinn Magnussen, Kalpana Vijayavarathan, Helgi Jacobsen, Malan Marnersdóttir, Hans Andrias Sølvará og Firouz Gaini. Magni Mohr vantar á myndini.