Fróðskaparrit 64 perma skorin.PNG
Fróðskapur
19.11.2018
Føroyamálsdeildin Søgu- og samfelagsdeildin Fróðskapur
Skriva út

Fróðskaparrit nr. 64 er komið

Fróðskaparrit nr. 64 í røðini er prentað við sjey vísindaligum greinum, einari ferðafrásøgn við viðmerkingum og við yvirliti yvir nýggjar ph.d.-arar í 2017.

Fýra greinar eru um málfrøði. Eivind Weyhe hevur skrivað tvær teirra, meðan Hjalmar P. Petersen og Laura Zieseler hava skrivað hvør sína grein.

Hinar greinarnar hava Bergur Rønne Moberg, Hans Andrias Sølvará og Rolf Guttesen skrivað.

En forkunnug ferðafrásøgn er frá ferð hjá Gabriel Turville-Petre í Føroyum í 1942. Sonurin Thorlac Turville-Petre hevur skrivað ein inngang og hevur viðmerkt frásøgnina.

Ritstjórar eru Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará og Magni Mohr. Permumyndina hevur Jón Sonni Joensen gjørt.

Rit nr. 64 er 183 bls. og kostar 250 kr. í bókabúðunum.

Rit nr. 64 er rit fyri 2017, men hevur verið seinkað. Rit nr. 65 fyri 2018 er ávegis og væntast tíðliga í 2019.

Fróðskaparrit eisini tøkt talgilt

Arbeitt verður enn við at talgilda Fróðskaparrit. Ætlanin er, at ritið skal vera opið fyri øll uttan kostnað at lesa ella at geva út í.

Fyribils ber til at lesa ritini nr. 57-64 á heimasíðuni fsj.um.fo Arbeitt verður við at leggja eldri rit út eisini.

Greinar til Fróðskaparrit verða almannakunngjørdar á heimasíðuni, so hvørt tær verða góðkendar til útgávu. Ein bók við greinum verður framhaldandi givin út árliga.

Fróðskaparrit er skrásett í CrossRef, sum er kravd skipan, fyri at ritið kann verða skrásett hjá Google Scholar og Web of Science. Hesar skrásetingar eru í nógvum førum fortreyt fyri, at granskarar vilja geva sínar greinar út í einum vísindatíðarriti.  Hesar dagføringar skulu gera Fróðskaparrit áhugaverdari sum vísindarit at geva tilfar út í og at lesa.

Eru viðmerkingar ella spurningar til Fróðskaparrit, ber til at venda sær til forlagið við telduposti til frodskapur(at)setur.fo