Fróðskaparsetrið 3 nýggjar vísindaligar greinir um kropslig viðurskifti í úrvalsfótbólti
Magni Mohr, leiðari á Deplinum fyri heilsu- og almannagransking og dekanur á Fróðskaparsetrinum, er við í trimum vísindaligum greinum um fótbóltsfysiologi.
Saman við útlendskum granskarum hevur Magni givið út tríggjar nýggjar greinir í vísindaligum tíðarritum.
Fyrsta greinin varð almannakunngjørd í tíðarritinum Nutrients í gjár:
- Poulios, A., Fatouros, IG., Mohr, M., Draganidis, D., Deli, CK, Papanikolaou, K., Sovatzidis, A., Georgakouli, K., Nakopoulou, T., Ermidis. G., Georgakouli, K., Tzatzakis, T., Laschou, V., Koulouris, A., Chatzinikolaou, A., Karagounis, L. Krustrup, P., Jamurtas, AZ (2018). Protein Supplementation May Facilitate Performance Recovery in Response to Repeated Soccer Games: A Randomized Clinical Trial. Nutrients 10(494):1-26.
Í stuttum vísir hendan greinin, at í altjóða úrvalsfótbólti er vanligt at spæla dystir 2-3 ferðir um vikuna. Kanningar hjá Magna Mohr vísa, at leikarar ikki kunnu hvíla nøktandi kropsliga, tá bert 3-4 dagar eru ímillum dystir. Nýggja greinin nýtir eitt randomiserað, kontrollerað design og varð framd í Trikala í Grikkalandi. Kanningin vísir, at inntøka av protein eftir serstøkum leisti framskundar hvíldarprosessirnar og økir um antioxidant-støðuna í kroppinum. Hetta ger, at leikararnir hava minni bruna í vøddunum, hvílast skjótari og avrika betur kropsliga.
Samandráttur av greinini kann lesast her: https://www.ncbi.nlm.nih.gov/pubmed/29659539
Onnur greinin varð almannakunngjørd í tíðarritinum Journal of Sports Medicine and Physical Fitness fyri einari viku síðan:
- Rago, V., Silva, JR., Barreira, D., Mohr, M., Krustrup, P., and Rebelo, AN. (2018). Switching between pitch surfaces: practical applications and future perspectives for soccer training. J. Sports Med. Phys. Fitnes. 2018 Apr 4. doi: 10.23736/S0022-4707.18.08278-6. [Epub ahead of print]
Greinin er ein review-grein, sum er skrivað í samstarvi við universitet í Portugal, Katar og Danmark, viðger, hvussu útvalsfótbóltsleikarar verða ávirkaðir av at skifta ímillum at spæla á vøllum við ymiskum undirlagi. Reviewið kannar vísindaligar bókmentir, sum viðgera evnið og vísir, at undirlagið spælir ein avgerandi leiklut í mun til kropslig krøv, skaðar, hvíld og venjing.
Samandráttur av greinini kann lesast her: https://www.ncbi.nlm.nih.gov/pubmed/29619795
Triðja greinin varð almannakunngjørd í tíðarritinum Aspetar Sports Medicine Journal fyri trimum døgum síðan:
- Bradley, PS., Di Mascio, M., Mohr, M., Fransson, D., Wells, C., Moreira, A., Castellano, J., Gomez, A., and Ade, JD. Can modern football match demands be translated into novel training and testing modes? Aspetar Sports Medicine Journal .
Greinin er eitt stutt review, sum viðger, hvussu kropsligu krøvini og staðfesting av hesum kann nýtast í at menna kropsliga venjing og testing av úrvalsfótbóltsleikarum. Greinin tekur støði í kanningum hjá m.a. Magna Mohr seinastu 15 árini, og er skrivað í samstarvi við granskarar á John Moores University í Liverpool. Greinin er ætlað teimum, sum arbeiða við fótbóltsvenjing á úrvalsstigi.
Samband: Magni Mohr, 292270, magnim(at)setur.fo
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...