14.10.2017
Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Fróðskaparsetrið á Arctic Circle 2017 -á odda fyri bólki av yngri granskarum og studentum

Hósdagin 12. oktober vóru 16 yngri granskarar og studentar úr øllum danska ríkinum savnaði til undirvísing um Arctic Circle og vísindadiplomati í praksis.


Undirvísingin er fyrireika og hildin av Lau Blaxekjær, adjunkti á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Millum teir 16 luttakarnar vóru fýra úr Føroyum.

Komandi tríggjar dagarnar, meðan Arctic Circle koyrir, fara teir 16 luttakarnir at uppliva og kanna, hvat tað merkir at luttaka á eini politiskari vísindaráðstevnu, um hvat vísindadiplomati er í praksis og hvussu ein á bestan hátt fær gagnnýtt teir møguleikar, sum hetta gevur fyri bæði tey sjálvi, granskingina og samfelagið.

HER eru tríggjar søgur at lesa á enskum máli, harav ein er frá einum føroyskum studenti, Elisa Vang.