Hilmar Simonsen
16.06.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fróðskaparsetrið bakgrundin hjá fronskum lesandi

Ímillum kendar framsýnarar úr alheims londum, sýndi Fróðskaparsetrið fram við einum lítlum bási í Róm í síðstu viku. Básurin gjørdist millum annað bakgrundin hjá einum flokki av fronskum lesandi, tá tey lótu seg avmynda framman fyri teirra egna bás og básin hjá Fróðskaparsetrinum.


Stór oljuleitingarráðstevna og framsýning var í Róm í seinastu viku. Felagskapurin EAGE, sum er evropeiska felagið hjá jarðfrøðingum, jarðalisfrøðingum og verkfrøðingum innan oljuvinnuna, skipaði fyri árligu ráðstevnuni, sum er tann størsta av sínum slag í Evropa. Meiri enn 6000 fólk, úr flestu verðins londum, luttóku á ráðstevnuni, og hópurin av kendum altjóða feløgum stillaðu fram á framsýningini. Millum kendu stóru oljufeløgini, so sum Chevron, Exxon, Shell, Statoil og BP, vóru veitingarfeløg og áhugafeløg innan oljuvinnuna úr øllum heimspørtum. Onkur universitet sýndu eisini fram við bási, og eitt av hesum universitetunum var okkara egna Fróðskaparsetur Føroya, sum hevði ein bás á 2 fermetrar mitt í øllum rokanum.

Fróðskaparsetrið og Jim Brown, professari í jarðalisfrøði, hava sjósett eina verkætlan, sum kallast PUFFINS – ella lundaverkætlanin. PUFFINS er stytting fyri ”Probing Underbasalt Formations of the Faroe Islands with New Science”, sum á føroyskum merkir: ”at rannsaka fláir undir føroyska basaltinum við nýggjum vísindi”.


Tekkjast sponsorum

Endamálið við at stilla fram á slíkari ráðstevnu er at kunna feløg – serliga oljufeløg við áhuga fyri oljuleiting í basaltøki – um hesa verkætlanina og bjóða teimum at vera sponsorar. Fyri at eini tílíkari verkætlan skal vera lív lagað er neyðugt at fáa fígging ymsa staðni frá, og longu nú eru tað fleiri feløg, ið hava víst verkætlanini vælvild við fíggjarligum stuðuli. Stuðulin verður millum annað brúktur til at fíggja PhD-verkætlanir á Fróðskaparsetrinum og aðrar útbúgvingar við.

Í løtuni eru tað hesi feløg, ið stuðla PUFFINS-verkætlanini: ConocoPhillips (Norge), Gedco (Canada), StatoilHydro, BP, Atlantic Petroleum, Geysir, Sindri-bólkurin, umframt Granskingarráðið. Fleiri onnur feløg hava eisini stuðlað á ymsan hátt, til dømis við at lata telduforrit ókeypis ella fyri eina bíliga upphædd.

Eftir at básurin hjá Fróðskaparsetrinum var komin upp at standa mánadagin í síðstu viku, og tann við síðuna av hjá universitetinum í Strasbourg somuleiðis, kom ein hópur av fronskum lesandi í Strasbourg framvið og lótu seg avmynda frammanfyri básarnar hjá sær sjálvum og Fróðskaparsetrinum.

So vita tey í hvussu er, at eitt universitet finst í Føroyum, og tað eru tað helst mong onnur, ið eisini vita eftir hesa ráðstevnuna og framsýningina í Róm.