24.01.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Fróðskaparsetrið í kjaki á BBC

Í heyst verður fólkaatkvøða um skotskt fullveldi. Hetta hevur elvt nógv orðaskifti um høvi og støðu Skotlands.


Komandi mánakvøld klokkan átta verður Kári á Rógvi, lektari í løgfrøði, við í orðaskiftinum á BBC. Tí í samband við hetta valið kannar BBC Radio 4 støðuna hjá Skotlandi mótvegis Norðurlondum. Kári hevur sjálvur lisið LL.M. (Master í lóg) í Aberdeen, og fylgir við bretskum og skotskum viðurskiftum.

Komið verður millum annað inn á, hvørji høvi eru at koma við í norðurlendska samstarvið, hvørjir ágóðar tað gevur og hvørjar treytirnar eru. Men samstundis verður eisini spurt, hvørt Skotland longu í verandi støðu kann náa fyrimunum av at hyggja í landnyrðing.

Hetta kjakið minnir nógv um royndirnar hjá Føroyum, bæði at umhugsa fult sjálvstýri og at royna at fáa í lag limaskap og umboðan longu í verandi støðu. Tí verður eisini hugt til Føroya at hoyra um royndir og fatanir føroyinga.

Fróðskaparsetrið hevur millum annað til endamáls at “breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg”. Tí verður orka sett av at hjálpa næsta grannalandi okkara at fáa lýst støðu sína út frá viðurskiftum, ið vit hava granskað.

At gera sending saman við BBC er spennandi, men tíðarkrevjandi. Sendingin byggir á drúgvar bakgrundssamrøður, egnar kanningar og ymsar samrøður.

Fróðskaparsetrið er bert ein av fleiri stovnum, ið samvirka til at fáa sendingina í lag.

Dokumentarsendingin kallast “Does Scandinavia Want Skotland?” – Vilja Norðanlond hava Skotland?

Á odda fyri sendingini stendur Allan Little, sum mong kenna frá BBC, ið hoyrist á AM 198 – langbylgjuútvarpinum hjá BBC.

Samrøðan við Kára varð tikin upp í góðum samstarvi við Kringvarpið.

Leinki til sendingina er her

Bókin hjá Kára á Rógvi um samanberandi stjórnarlóg, er at fáa í føroysku bókhandlunum, sí leinki