Magnus Danielsen
15.09.2008
Skriva út

Fróðskaparsetrið - nú politiskt stýrt

Leingi hevur verið spurt eftir nútímansgerð av Fróðskaparsetri Føroya. Nú er nýggj lóg við víttfevnandi broytingum viðtikin. Er hon eitt framstig?


Fróðskaparsetur Føroya er ikki longur sjálvsognarstovnur. Hann er avtikin. Við nýggjari lóg er Fróðskaparsetur Føroya broytt til at vera almennur stovnur við stýri tilnevnt politiskt.

Landsstýrismaðurin velur beinleiðis meirilutan við 4 limum og tilnevnir haraftrat 3 limir eftir tilmæli frá starvsfólki og studentum. Ásett er, at nevndi meiriluti skal vera uttanífrá komandi limir, t.e. ikki starvsfólk á Fróðskaparsetrinum.

Demokratiskt valda stýringin av Fróðskaparsetrinum er sostatt avtikin. Hetta er ein tilgongd sum er sjáldsom í øðrum londum, vit vanliga samanbera okkum við. Har myndar fakliga og vísindaliga kompetensan á einhvønn hátt ta ovastu stýringina av universitetum.