Annika Sølvará
30.11.2007
Skriva út

Fróðskaparsetrið nýggja heimasíðu

Loksins hevur www.setur.fo fingið nýtt lív og skap. Heimasíðan, sum nú er tøk á netinum, er úrslit av arbeiði innanhýsis á Fróðskaparsetrinum í samstarvi við uttanhýsis veitarar. Tøknin er 'open source' skipanin Typo3. Sniðið hevur Team 85 ment saman við okkum.


Fróðskaparsetrið hevur í fleiri ár havt eina høvuðsheimasíðu, sum hevur lýst stóran part av virksemi stovnsins, meðan Náttúruvísindadeildin hevur havt sína egnu síðu á www.nvd.fo.

Síðurnar eru útbygdar gjøgnum langa tíð og høvdu eftirhondini vaksið seg út um karmarnar í verandi heimasíðuskipan. Fyri einum góðum ári síðani varð tí avgjørt at fara undir verkætlan at menna eina nýggja heimasíðu, sum fevnir um alt verandi virksemi Fróðskaparsetursins við møguleika fyri at víðka hana við teimum stovnum, sum Fróðskaparsetrið eftir ætlan skal samansjóðast við í næstum.

Vit vilja sera fegin hava viðmerkingar til nýggju heimasíðuna. Hugskot og eftirlýsingar eru vælkomin. Hevur tú okkurt uppá hjarta, kanst tú senda ein teldupost til setur@setur.fo 

Gamla síðan
Mesta tilfarið av gomlu síðuni er flutt við á nýggju síðuna. Onkrar síður, serliga skeiðssíður, verða ikki fluttar í hesum umfarinum. Tær kunnu finnast her í eina tíð afturat.