Fróðskaparsetrið søkir rektara
Starvið sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya verður nú lýst leyst. Nýggi rektarin skal byrja í starvinum 1. januar 2023 ella skjótast gjørligt
Nú sitandi rektari leggur frá sær á nýggjárinum, søkir Fróðskaparsetur Føroya eftir nýggjum rektara at standa á odda fyri stovninum.
Starvið er tíðaravmarkað til fimm ár við møguleika fyri at leingja setanina við trimum árum afturat.
Rektarin, sum søkt verður eftir, skal hava drúgvar leiðsluroyndir og hollan kunnleika til vísindaliga granskingar- og útbúgvingarøkið í Føroyum og altjóða.
Fremsta uppgávan hjá rektaranum er at standa fyri leiðsluni á Fróðskaparsetrinum og at tryggja, at stovnurin veitir samfelagnum gransking og útbúgving á altjóða stigi, og eisini fær viðkomandi ábyrgdina av at orða eina nýggja strategiætlan fyri Setrið, nú málini í galdandi strategi eru um at vera rokkin.
Umsóknarfreistin er 7. oktober 2022 kl. 12.00.
Lesið meira her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...