Anna K. Matras
29.03.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Fróðskaparsetrið yvirtikið føroyskan rættstavara

Síðan 2003 hevur borið til at keypa Stavaran, sum er ein føroyskur rættstavari til Microsoft Office telduskipanina.


Fyri at økja um nýtsluna av honum hevur Fróðskaparsetrið nú yvirtikið Stavaran og lagt hann á heimasíðuna www.stava.fo, har ið hann kann takast niður ókeypis.

Heimasíðan inniheldur eisini rættstavarar til OpenOffice.org skipanina og Firefox kagan.

Ætlanin er seinni at útbyggja síðuna við rættstavarum til aðrar skipanir og øðrum tilfari so sum orðalistum og tekstasøvnum.